Ivasamt um FAS-líknandi skipanin til Atlantic verður samtykt

Johan Dahl og Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum eru skeptiskir viðvíkjandi uppskotinum um afturbering av lønarútreiðslum hjá altjóða flogvinnuni, sum Atlantic Airways eftir ætlanini hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, skal fáa part í

Tá ið fyrsta viðgerð var í gjár, hevði Magnus Rasmussen, fíggjarnevndarformaður, fleiri spurningar til uppskotið. Hann eftirlýsti millum annað, at onnur uppskot um hjálp til flogvinnuna ikki vórðu kannað og lýst, men at hetta var einasta uppskotið, ið varð lagt fram.

– Uppskotið reisir fleiri spurningar enn svar og hoyrir ikki heima millum hjálparpakkarnar, segði formaðurin í fíggjarnevndini.

Hann viðmerkti eisini, at uppskotið ikki hevði verið til hoyringar.

Uppskotið leggur upp til, at landið ber 35 prosent av útgoldnum lønum aftur til flogfeløgini, sum eru skrásett í Føroyum. Talan er bara um tann partin av starvsfólkunum, ið flúgva. Gjaldstovan flytur flogfelagnum upphæddina síðst í mánaðinum.

Hetta minnir um FAS-skipanina, ið er galdandi fyri skip.

Johan Dahl boðaði beinleiðis frá, at hann tók ikki undir við uppskotinum, og hann vildi hava Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, at taka uppskotið aftur.

Men fíggjarmálaráðharrin vísti á, at samgonguflokkarnir eru samdir um uppskotið, og tí heitti Jørgen Niclasen á tingmannin hjá Sambandsflokkinum um at tosa við sín egna formann um tað.

Landsstýrismaðurin, Jørgen Niclasen, er sannførdur um, at henda skipanin er tann besta.

– Hetta er besta loysnin, segði hann í Degi og Viku í gjárkvøldið.

Hóast mótstøðuna í tinginum, so væntar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, at uppskotið um FAS-líknandi skipan fyri Atlantsflog fer at verða samtykt.

Uppskotið um afturbering av lønarútreiðslum hjá altjóða flogvinnuni er nú beint í Fíggjarnevndina.