Ivast í um hann sleppur at varveita plássi sum áleypari

Landsliðsleikarin Jan Allan Muller kennir seg ikki sannførdan um, at annað plássið í álopinum hjá Esbjerg verður hansara. Felagið hevur styrkt seg munandi í vetrarsteðginum. Fyrst og fremst fíggjarliga, men eisini við nýggjum venjara og fleiri nýggjum leikarum, harímillum er onkur kappingarneytið hjá Jan Allani Müller

Terji Nielsen


Tað eru nú bert 10 dagar til danska 1. deildin í fótbólti leggur til brots aftur.

Vágbingurin, Jan Allan Müller, er einasta føroyska umboðið í hesi næstbestu donsku deildini.

Í Esbjerg, har Jan Allan leikar, hava teir fingið nýggjan venjara, og tað er fyrrverandi OB og Århus Fremad venjarin, Viggo Jensen.

Jan Allan sigur við Sosialin, at tað eru farnar nógvar broytingar fram undir nýggja venjaranum.

Liðið hevur fullkomiliga broytt spælistíl, fyrr spældu teir 3-5-2, men undir Viggo Jensen eru teir farnir at spæla 4-4-2.

Haraftrat leggur Viggo Jensen dent á, at teir skulu spæla sokallaðan »kick and rush« fótbólt, sum als ikki passar Jan Allani.

Honum dámdi betur tann

meira tekniska fótbóltin, ið teir leiktu undir fyrrverandi venjaranum, Jørn Bach.

Vágbingurin sigur, at hóast hesin spælistílur passar best til áloyparar, sum eru 2 metrar høgir og viga umleið 100 kilo, so hevur hann

enn spælt teir flestu venjingardystirnar frá byrjan.


Tilgongd av leikarum

Esbjerg hevur annars styrkt sær um hópin í vetrarsteðginum.

Teir hava fingið sær málverjan Benny Gall úr hollendska Doordrecht, verjuleikarin Kim Heiselberg er komin aftur eftir eitt miseydnað uppihald í enska Sunderland, og haraftrat hevur Jan Allan fingið ein kappingarneyta til álopið, nevnliga John Hansen, sum er komin úr OB.

20 leikarar á hálva tíð

Felagið, Esbjerg fb, hevur annars styrkt seg munandi figgjarliga í steðginum.

Fyritøkur og einstaklingar í býnum hava sett tilsamans knappar 5 mió. krónur í felagið, og hetta hevur ført við sær, at allur 1. liðshópurin koyrir upp á hálva tíð.

Hópurin er einar 20 mans. Jan Allan sigur at enda við Sosialin, at hetta er ein munandi bati, og hann vónar, at hetta fer at síggjast aftur í úrslitunum á leikvøllunum!