Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum fer á fundi í dag at umrøða eitt mál um B36-spælaran Ahmed Davy Sylla.
Sylla, sum er ættaður av Fílabeinsstrondini, er framúr góður fótbóltsspælari, og í fjør var hann profilur á liðnum hjá ÍF. Í vetur hevur hann gjørt avtalu við B36 um, at hann skal spæla fyri teir í ár.
Sunnudagin var B36 á Skála, og tá eydnaðist at fáa fulla úrtøku. B36 vann 1-0. Ahmed Davy Sylla vísti longu í hesum fyrsta landskappingardysti sítt virði fyri B36, tí hann skoraði einasta málið í dystinum og tryggjaði harvið føroyameistarunum trý stig.
Spurningurin er nú, um øll viðurskifti hjá Sylla eru í lagi fyri at spæla fótbólt í Føroyum. B36 sigur, at øll viðurskifti eru komin upp á pláss, men Landsfólkayvirlitið váttar, at Sylla hevur ikki fastan bústað í Føroyum, og tað er ein fortreyt fyri at fáa spæliloyvi frá Fótbóltssambandinum.
Greiðar treytir til útlendskar spælarar
Tá ið ein útlendskur spælari skal til føroyskt felag at spæla, skal hann hava spæliloyvi frá FSF. Fyri at hetta loyvisbræv kann útskrivast, krevur FSF eina váttan frá Landsfólkayvirlitinum um, at tann útlendski spælari hevur fastan bústað í Føroyum.
Fyri at fáa fastan bústað í Føroyum skal ein útlendingur hava uppihalds- og arbeiðsloyvi frá fútanum. Søkt verður um hetta loyvi hjá fútanum, sum síðani sendir málið víðari til Innlendismálaráðið. Haðani verður málið sent til danska Udlændingestyrelsen, sum viðger málið, sendir tað aftur til Innlendismálaráðið, sum síðani avgreiðir málið til fútan.
Tá ið øll viðurskifti millum persónin og myndugleikarnar eru í lagi, skrásetir Landsfólkayvirlitið persónin sum búgvandi í Føroyum, og tástani kann FSF eisini skráseta hann í einum føroyskum felag.
Sambært Landsfólkayvirlitinum er Ahmed Davy Sylla ikki skrásettur sum búgvandi í Føroyum.
Hann hevur áður verið búsitandi í Fuglafirði, men uppihalds- og arbeiðsloyvið hjá honum fór úr gildi 30. november í fjør, og síðani hevur Sylla formliga búð uttanlands.
Fyrrapartin í dag váttaði Landsfólkayvirlitið, at Ahmed Davy Sylla, sum er føddur 4. oktober 1982, er búsitandi uttanlands. Landsfólkayvirlitið kann ikki upplýsa, nær Sylla flutti av landinum, ella hvar hann nú býr.
FSF tekur málið upp
Støðan er tí tann, at Sylla í løtuni ikki lýkur treytirnar fyri at fáa spæliloyvi frá FSF, men tað spæliloyvið, sum hann fekk, tá ið hann av fyrstan tíð flutti til Føroya, er framvegis galdandi, hóast fortreytirnar fyri slíkum loyvi eru burtur.
FSF hevur tann politikkin, at teir kanna ikki viðurskiftini hjá útlendskum spælarum, eftir at teir hava fingið spæliloyvi av fyrstan tíð, men roknað hann sum skrásettan spælara hjá sær til annað verður fráboðað. Tá ið ein slíkur spælir skiftir millum tvey føroysk feløg, verður ikki biðið um nýggja váttan fyri føstum bústaði í Føroyum.
Tí hevði Sylla spæliloyvið frá FSF, tá ið B36 spældi ímóti Skála sunnudagin, hóast hann ikki lýkur treytirnar, sum FSF setir fyri at útskriva spæliloyvi.
- Eg kann bara siga, at í høvuðsheitinum er spæliloyvið hjá Sylla í lagi, tí tað liggur í B36. Uppihaldsloyvi og arbeiðsloyvi hava vit einki við at gera, men kappingarnevndin hevur fund í dag, og tá kemur málið ivaleyst upp at venda, sigur Høgni í Stórustovu, nýggjur formaður í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum.
Spurningurin, sum Kappingarnevndin nú skal taka støðu til, er, um nakað skal viðgera hesa óvanligu støðu, og um hon skal fáa nakrar ítróttarligar fylgjur. Spæliloyvið hjá Sylla liggur í B36, men formligu viðurskiftini, sum eru grundarlagið undir spæliloyvinum, eru ikki í lagi.