Ivi um avrætting

Bretska stjórnin vil vera við, at irakar avrættaðu tveir bretskar hermenn, men kann ikki prógva tað. Irakar avsanna, og nú royna bretar at doyva tíðindini.

Hósdagin segði bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, at irakar høvdu avrættað tveir bretskar hermenn, tann 36 ára gamla Simon Cullingworth og tann 24 ára gamla Luke Allsopp.
Men í gjár royndi talsmaðurin hjá Blair at draga í land. Við blaðið The Guardian segði talsmaðurin, at línini av teimum báðum hermonnunum vórðu funnin nakað frá akfarinum, sum teir høvdu verið í, og at nógv bendi á, at teir vóru skotnir. Hinvegin hevði forsætismálaráðið einki prógv fyri, at menninir vórðu avrættaðir, segði talsmaðurin.
Tá Tony Blair legði irakar undir at hava avrættað teir báðar hermeninar, grundaði hann tað á upplýsingar frá verjumálaráðnum, sum aftur grundaði upplýsingarnar á myndir, sum arabiska sjónvarpið al-Jazeera hevði víst.
Bretskir talsmenn á hernaðarhøvuðsstøðini í Qatar søgdu í gjár, at myndirnar hjá al-Jazeera vóru so ótýðiligar, at tað ber ikki til at siga, hvussu teir báðir menninir doyðu.
Næstringarnir hjá tí 24 ára Luke Allsopp eru í øðini um, at myndugleikarnir bera tað, sum tey kalla lygusøgur um lagnuna hjá hermonnunum. Systir Luke Allsopp, Nina Allsopp, segði við blaðið Mirror í gjár, at herleiðslan hevði boðað teimum frá, at beiggi hennara varð ikki avrættaður, men at hann var deyður, tá irakar skutu eftir akfarinum, hann var í.
Irakar hava víst skuldsetingini aftur. Kunningarmálaráðharrin fanst at, at bretski forsætisráðharrin leyg beint upp í andlitið á heimssamfelagnum, sum hann tók til.