Leygardagin 30 apríl fyllir rektarin á Fróðskaparsetrinum Jóan Pauli Joensen, professari, dr.phil & fil.dr. 60 ár.
Jóan Pauli Joensen er útbúgvin fólkalívsfrøðingur frá Universitinum í Lund og Århus. Í 1975 fekk hann fil.dr heitið við Lunds Universitet fyri ritgerðina Færøske sluppfiskere og í 1987 dr.phil heitið við Århus Universitet fyri doktararitgerðina Fra bonde til fisker. Umframt hesar hevur Jóan Pauli skrivað hóp av bókum um ymisk siðsøgulig evni í Føroyum.
Seinasta bókin hjá honum er ?I ærlige Brudefolk. Bryllup på Færøerne?, sum danska Museum Tusculanus forlagið gav út. Fyri bókina fekk Jóan Pauli Joensen virðisløn frá Kungl. Gustav Adolfs Akademin í Uppsala í Svøríki.
Jóan Pauli Joensen hevur verið rektari á Fróðskaparsetrinum síðani 1. desember 2004, frammanundan hevur hann verið rektari frá 1990 til 1998. Hann hevur verið í starvi á Fróðskaparsetrinum síðani 1989, sama árið varð hann tilnevndur professari í siðsøgu og fólkalívsfrøði.
Í 1998 og 1999 var hann professari í etnologi við Universitetið í Bergen. Frá 1976 til 1989 var hann savnsvørður á Føroya Fornminnissavni. Jóan Pauli Joensen hevur havt fleiri álitissessir í ymsum nevndum, bæði í Føroyum og uttanlands. Seinastu árini hevur hann verið formaður í Grundlógarnevndini.
Jóan Pauli Joensen er sonur Peter Ole og Irenu Joensen í Sørvági. Hann er giftur Louisu Lamhauge av Toftum, og eiga tey døturnar Duritu og Biritu.
Føðingardagin 30. apríl verður rektarin burturstaddur. Móttøka verður á Føroya Sjómansskúla týsdagin 3. mai kl. 15-17.
+ mynd