Jóan Símun Edmundsson, sum hevur sitið uttanfyri seinastu dystirnir, fekk í dag tjúgu minuttir í 5-1 sigrinum hjá Arminia Bielefeld móti 1. FC Nürnberg. Við sigrinum hevur Arminia Bielefled lagt seg á odda í 2. Bundesliguni.
Føroyski landsliðsspælarin hevur sitið uttanfyri, síðani hann bleiv útskiftur í hálvleikinum móti Hamburg SV. Nú er hann komin aftur í hitan. Hann kom inn seinastu tjúgu minuttirnar og royndi at vísa seg fram. Støðan var 5-1, tá toftamaðurin kom á vøllin.
Jóan Símun Edmundsson er úttikin til A-landsliðið, sum í næstum skal spæla móti Norra og Svøríki í EM-undankappingini.