Tað gekk sum fótur í hosu hjá føroyska landsliðsframherjanum, Jóan Símun Edmunsson, tá ið hann fekk møguleikan á høgra vongi hjá OB ímóti AAB mánakvøldið. Føroyingurin tók so dyggiliga av, tí at í tveimum umførum var tað hann, sum javnaði tey tvey leiðslumálini, ið AAB hevði skorað. Fyrst javnaði Jóan Símun Edmunsson til 1-1 við stútara, og síðani javnaði hann til 2-2 í seinna hálvleiki við fluktara.
Og tað eru ikki bara føroyskir miðlar, ið hava lagt góða avrikið hjá Jóan Símuni til merkis. Hvørja viku velur danska Tipsblaðið teir 11 leikararnar, sum hava staðið seg best í farna umfari. Hesaferð telist Jóan Símun Edmunsson ímillum teir 11, sum hava klárað seg allar best í Superliguni í farna umfari.
Jóan Símun Edmundsson hevur fingið pláss á høgra vongi, og um avrikið hjá honum skrivar Tipsblaðið soleiðis:
- Sterkt avrik av føroyinginum, sum við tveimum málum var høvuðsorsøkin til, at OB fekk stig heim úr Aalborg. Edmundsson hevur havt tað striltið í OB higartil, men gjøgnumbrotið er kanska á gáttini nú? Stóð sterkur í myndini á einum OB-liði, ið var merkt av fleiri avboðum.
Í síðstu viku kundu føroyingar eisini fegnast um, at ein føroyingur taldist ímillum 11 teir bestu í farna umfari. Tá var tað føroyski vinstri bakkurin hjá AAB, Gilli Rólantsson, sum eftir eitt sera gott avrik í útisigrinum ímóti Randers kom á "ugens hold", sum danirnir kalla tað.