Jóan Símun varð útkiftur við minni skaða, tá Newcastle spældi javnt móti Club Nacional úr Paraguay í gjár. Newcastle luttekur í hesum døgum í U-21 kapping í Italia. Newcastle tapti í fyrsta dystinum 3-1 móti Fiorentina. Jóan Símun Edmundsson skoraði málið hjá Newcastle. Í gjár spældi Newcastle javnleik 2-2 móti Club Nacional úr Paraguay, skrivar heimasíðan hjá Newcastle.
Sum skilst, so líktist vøllurin meiri eini strond enn einum fótboltsvølli. Vøllurin gjørdi tað trupult hjá Jóan Símuni at spæla á og var hann eisini útskiftur fyri at verja ein minni skaða í fótinum.
- Vøllurin var vánaligur, men tað er galdandi fyri bæði liðini. Eg havi ongantíð grenja um umstøður fyrr og tað fari eg ikki at byrja upp á nú. Vit mugu bara gera okkara besta leygardagin og so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur, sigur venjarin hjá Newcastle, Peter Beardsley.
Newcastle skal vinna seinasta dystin í bólkaspælinum móti Lecce um teir skulu hava nakran møguleika fyri at koma víðari. Bara fýra teir bestu tvey?arnir í bólkunum koma víðari.