Tað verður partafelagið J&K Petersen Contractors, ið skal flyta tey 58 prosentini, ið Runavíkar kommuna eigur av grótinum frá Eysturoyartunlinum, ið kemur upp eysturoyarmegin. Tað skrivar á heimasíðuni runavik.fo í dag.
- Eftir drúgvar samráðingar skrivaðu Stein Olvur Petersen, stjóri fyri Pf. J&K Petersen Contractors, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, undir sáttmála um flutning av gróti úr Eysturoyartunlinum. 409.000 rúmmetrar av gróti skulu tað næsta árið flytast av Strondum til ymisk støð í Runavíkar kommunu, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Kommunan upplýsir, at hóast avtalan fyrst bleiv undirskrivað nú, so hevur avtalan verið búgvin til undirritingar í eina tíð. Sjálvt uppskotið til sáttmála var fyri á býráðsfundi hin 22. februar, tá eitt einmælt býráð tók undir við henni. Og sambært kommununi, so er tað ein roynd fyritøka, ið hevur fingið arbeiðið.
- P/F J&K Petersen Contractors eru ikki ókendir í farvatninum. Teir hava í eina tíð flutt grót úr tunlinum – av Strondum - yvir í Rókina, har ein rundkoyring skal gerast uttanfyri tunnilsmunnan á sjálvum markinum ímillum Nes- og Runavíkar kommunu. Felagið eigur tvey skip, sum eru serútgjørd til at flyta grót – Ragnhild og Siri – somu skipini sum flyta grót av Glyvursnesi til útbyggingina av Tórshavnar havn. Hitt fyrra lastar 350 rúmmetrar av leysum gróti og hitt seinni nevnda 240 rúmmetrar, skrivar kommunan.