Jóanes og Liktenstein

Um kunningarferðina hjá uttanlandsnevndini er stutt at siga, at hon eina mest er íkomin eftir støðugum áheitanum frá Jóanesi Eidesgaard.

Ferðin gongur eftir uppskoti frá umsitignini til Geneve og Liktenstein, og er tað umsitingin, sum ger skránna, sum vit í nevndini ikki kenna enn.

Alment kent er, at Liktenstein eins og Føroyar á demokratiskan hátt valdi sær fullveldið eftir kríggið. Teir fingu sína demokratisku skipan, sum teir eru væl nøgdir við, meðan vit fingu nakað heilt annað, sum allir flokkar í dag siga seg vera ónøgdar við, og siga seg vilja broyta.

Ósemja er um hvussu, men bara tann ein flokkurin ræðist neyvari upplýsingar um, hvussu hetta kann gerast. Tað er Javnaðarflokkurin.

Hann setti seg við føtur í spenni ímóti, at vit skuldu fáa ta kunnandi hvítbókina.

Líka so hart setti hann seg ímóti, at vit skuldu fáa ta samfelagsskipandi grundlógina.

Loksins gongur formaður javnaðarfloksins berserkargongd um, at dreymaferð hansara skuldi endað í Liktenstein, har kunnað verður um gongdina hjá einum ungum fullveldi, sum bæði so og so gjørdist eitt av Evropas ríkasta.

Alment kent er, at Javnaðarflokkurin ræðist allar upplýsingar um framtíðarstøðu Føroya, samstundis sum hann ikki er førur fyri at siga føroyingum, hvussu Føroyar eftir hansara tykki skulu skipast stjórnarliga. Tað er onkur í alheims høpi ókend sjálvstýrisskipan á jøvnum føti við danir, sum danir skula tyggja, svølgja og rinda fyri í samráðingum við Jóannes Eidesgaard, - siga teir.

Sjálvandi kann hann velja Liktenstein frá, og fara til Lolland Falster í staðin fyri. Sum skúlalærari man hann kennast við og fegnast um, at vit vanliga í stødd og slag hava verið samanborin við henda danska landslutin.

Afturkomnir eru vit tað klókari, sum Jóanes er býttari, og honum eitt hóskiligt íkast til tjakið hjá Javnaðarflokkinum um framtíðarstøðu Føroya. Har vit aðrir alla tíðina hava valt mest møguligu opnu og erligu kunning um framtíð okkara, hevur Javnaðarflokkurin líka so ofta valt ein fordummandi politikk.

Eftir hansara ætlan skal jú einki spyrjast burturúr sjálvstýrisremingum føroyinga. Tær eru og skula bara misbrúkast til at vinna sær vald við; og tað er gingið hampuliga væl higartil ? bæði burturi og heima.


Hergeir Nielsen