Fjøllistamaðurin, Jóannes Lamhauge, varð valdur millum 650 onnur til høvuðsleiklutin í sangleikinum um Dr. Jekyll and Mr. Hyde, sum hevur frumframførslu í annaðkvøld 23 ára gamli Jóannes Lamhauge skal í leikinum um Dr. Jekyll and Mr. Hyde stríðast móti tí ónda og tí góða í einum og sama persóni. Hann hevur nevniliga fingið krevjandi høvuðsleiklutin millum tey á leið 650 ungu fólkini, ið vóru til upptøkuroynd á universitetinum í Kent í Suðuronglandi í desember mánaði.
- Eg helt, at nú var so langt síðan síðst, og at tað hevði verið stuttligt at roynt meg á palli aftur. Eg havi ikki verið við í nakrari stórari verkætlan síðan mín høvuðsleiklut sum Jósef í Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið, sum vit spældu í Hoydølum í 2004, sigur Jóannes Lamhauge.
The strange case of Dr. Jekyll and Mr. Hyde er ein kend skaldssøga eftir skotska høvundin Robert Louis Stevenson, sum skrivaði skaldssøguna í 1886. Søgan í sangleikinum, Jekyll & Hyde, ið byggir á upprunaligu skaldsøguna, snýr seg um vísundamannin, Henry Jekyll, ið setir sær fyri at skilja sundur tað góða og tað ónda í menniskjanum. Hann ger av at fremja royndina á seg sjálvan, men missir tó skjótt tamarhaldið, og verður í staðin umskapaður til tann ræðuliga Edward Hyde.
- Tað er so gott at sleppa at spæla aftur. Mann fær so nógva góða barlast. Leikluturin hjá mær hevur so nógvar dimensiónir, her er tað reina, tað ónda og tað ivandi í einum og sama persóni. Tað er áhugavert, haldi eg. Mann skal veruliga leita djúpt inni í sær sjálvum fyri at finna tað, sum skal til, sigur Jóannes Lamhauge
Les samrøðuna við Jóannes Lamhauge í Sosialinum í dag.