Samstundis var tað besti karakterur, sum er latin á skúlanum í hesum fakinum seinastu 12 árini. Eingin hægri karakterur verður givin. Próvtøkan var bæði faklig og teoretisk.
Jóannes er 21 ára gamal og hevur lært hjá Reyni Service í Hoyvík. Lærutíðin var trý og eitt hálvt ár, og 9. september var hann útlærdur.
Tilsamans 17 næmingar vóru til próvtøkuna, og bert Jóannes fekk medalju. Allir næmingarnir fingu somu uppgávu, sum var at rætta upp, klárgera og lakkera motorhjálm, forskermar og kúfangara til Toyota Yaris.