Í FSF Varpinum hesaferð metur Jóannes Jakobsen um tær fýra fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið, sum er á skránni um vikuskifti
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja FSF-Varpið
Fyrsta fjórðingsfinalan verður á Niðara Vølli í Gundadali leygardagin klokkan 17, tá Giza Hoyvík fær vitjan av Skála.
Sunnudagin verður spælt soleiðis: KÍ–B36, Víkingur–HB og NSÍ–EB/Streymur. Allir dystirnir byrja kokkan 15. Jóannes Jacobsen hevur eisini eitt boð uppá, hvørji lið spæla seg heilt í finaluna.
Rás2 sigur frá fjórðingsfinalunum millum Víking-HB og KÍ-B36.