Undir Ræstkjøtaveitsluni 16. mars 2019 vórðu Jóannes Nolsøe, urguspælari, og Lisbeth Solmunde Michelsen, prestur, tilnevnd heiðurslimir í Føroyingafelagnum í Aalborg.
- Organistur føroyingafelagsins og álítandi limur. Jóannes hevur leingi stuðlað føroyingafelagnum í Aalborg og hevur hann lagt nógva fyrireiking og tíð í felagið. Hóast langa teinin allan vegin úr Skagen, so møtir hann trúfastur upp til tiltøk hjá felagnum. Veitslurnar eru ikki tað sama uttan Jóannes, og vit gleðast um teirra luttøku og íkast til veitslurnar og tiltøkini. Felagið vil við hesum heiðursbrævi takka Jóannesi fyri hansara áhaldandi orku og jaliga lyndi. Vit takka somuleiðis fyri gott samstarv og vóna at góða samstarvið heldur áfram.
Við hesum orðum varð Jóannes Nolsøe heiðraður av føroyingafelagnum í Aalborg og fekk sjálvur høvi at siga nøkur orð.
- Stóra takk, túsund takk. Hetta var stórsligið! Orgulspæl hevur altíð verið ein stórur partur av mínum lívi. Tað hevur fylgt øgiliga nógv. Tað hevur altíð verið spennandi at koma í Klosterkirkjuna at fyrireika seg – samskiftið við Lisbeth, sálmarnir, venja sálmarnar, venja forspøl, venja præludium og venja postludium – vi kan lade musikken danne os, eisini brimið, aldututtlið, kvæðini: tað er ein serlig megi og ískoyti í Føroyum, sum okur eiga at seta prís á og vera takksom fyri, segði hann í takkarrøðu síni.
Lisbeth Solmunde Michelsen, sum hevur havt gudstænastur í Klosterkirkjuni í 24 ár, bleiv eisini tilnevnd sum heiðurslimur.
- Prestur føroyingafelagsins og trúfastur limur. Lisbeth hevur í áratíggju stuðlað føroyingafelagnum í Aalborg. Hon hevur eisini havt ein virknan leiklut í felagnum og hevur hjápt til at fyrireika ymisk tiltøk í felagnum. Lisbeth hevur lagt nógvar arbeiðstímar í felagið og hevur tað altíð verið ein fragd at verið áhoyrari til hennara gudstænastur, sum ikki uttan orsøk er eit tað besta tiltakið, sum felagið skipar fyri. Felagið vil við hesum heiðursbrævi takka Lisbeth fyri tær megnar íløgur, hon hevur lagt í felagið, og vit gleðast um, at hon altíð er at heita á, skuldi man trongt til eina hjálpandi hon. Vit takka somuleiðis fyri gott samstarv og vóna at góða samstarvið heldur áfram, segði nevndin.