Jóannes S. Hansen á fløgu

Fríggjakvøldið verður sangur og tónleikur í Løkshøll í sambandi við, at fløga hjá Jóannesi S. Hansen - Við Løkin - verður givin út. Jóannes Símunarson Hansen kemur fríggjadagin 30. oktober út á marknaðin við fløguútgávu, ið kallast ?Við Løkin?. Talan er um eina fløguútgávu við nýggjari og eldri sálmum, sum Jóannes á sín serstaka hátt tulkar á flyglinum. Í samband við fløguútgávuna skipar Rock Pipit Records fyri eini útgávukonsert og sangkvøldi í Løkshøll klokkan 21.00 fríggjakvøldið.

Jóannes hevur saman við vinum sínum skipað fyri sera væleydnaðum sangkvøldum kring landið - talan verður um eitt líknandi tiltak við felagssangi, ljóðførisframførslum og sangframførslu. Jóannes fer eisini at spæla løg frá útgávuni hjá sær. Ókeypis atgongd er til tiltakið.

Tey luttakandi í Løkshøll hetta kvøldið vera:

Spælarar:

Jóannes S. Hansen, harmoniku og flygil

Monika Stauss Joensen, violin

Heine Lützen, trummur

Páll á Lakjuni, guitar

Andrias Hvannastein, guitar

John Mortensen, flygil

Flóvin Tyril, mandolin

Leivur á Torkilsheyggi, bass

Oddur Lamhauge, guitar

Jón Svein Heinesen, steel

Jákup Heinesen, tangentar

Forsangarar til felagssangin:

Elin Maria J. av Reyni

Kristina Bærendsen

Sæunn Ó. Hansen

Olivia Tausen

Jensina Hansen

Erla á Torkilsheyggi

Andrea Isaksen

Nita Højgaard

Jóannes S. Hansen

Jóannes Símunarson Hansen er føddur á Toftum 24. apríl 1947. Sum heilt ungur drongur setti hann seg við tangentarnar og byrjaði at spæla á gamla harmonium (pumpuurgu) hjá ommuni og abbanum á Toftum. Nógv ár eru gingin, og í dag er Jóannes ein av mest originalu klaverspælarum í Føroyum. Á klaver, orgul ella harmoniku hevur hann spælt til óteljandi samkomur, jarðarferðir, brúdleyp og føðingardagar. Hansara klaverspæl er ljóst, mjúkt og flótt, samstundis sum tað spjaðir frið og hvíld.

Ynski plátufelagsins hevur verið, at lurtarin skal hoyra Jóannes spæla beinleiðis, og uttan at nakað er lagt afturat upptøkunum.

20. apríl 2009 var tí farið í samkomuhúsið Ebenezer í Tórshavn. Jóannes setti seg við flyglið klokkan 10.00 og spældi út í eitt fram til klokkan 17.00 við tveimum steðgum. 35 løg komu í ?kassan?, og av hesum løgum eru 21 útvald til útgávuna. Jákup Heinesen og Símun J. Hansen hava staðið fyri upptøkunum og Jákup Heinesen hevur ljóðblandað.