Sambært Jørgeni Niclasen er tað at pilka við stoltleikan hjá fólki, um mann tekur avgerð um bústaðarskatt til føroyingar.
- Tað hevur altíð verið ein stoltleiki hjá føroyingum at kunna seta føtur undir egið borð, tí er tað langt úti at byrja at skatta fólk fyri at eiga nakað. Peningurin, ið er nýttur at keypa hús fyri er longu skattaður, og hann verður aftur skattaður tá hann verður nýttur, so tað er púra burturvið at skatta peningin tríggjar ferðir, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum. Hann greiðir víðari frá, at tann dagin, tað ikki loysir seg at eiga nakað, so verður mann eggjaður til at gerast leigutrælur, sum hann nevnir tað.
Trygd í húsum
Jørgen Niclasen metir somuleiðis, at tað er ein ávís trygd í at eiga eini hús, tí um okkurt annað gongur galið, so hevur mann eina uppsparing í húsunum. Tí metir hann tað vera skeivt og eitt álop á føroysku fólkasálina, um fólk vera eggjaði til at leiga, heldur enn at eiga.
- Tað gevur onga meining at tvinga fólk at flyta fólk út úr sínum húsum. Fólk hava sjálvi goldið fyri tey og stríðst fyri at fáa tey, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum. Hann leggur afturat, at tað ikki er neyðturviliga er samanhangur millum ogn og inntøku, og tí heldur hann tað vera skeivt, um fólk skulu gjalda fyri hús tey longu eiga. Somuleiðis metir hann bústaðarskatt hava eina óhepna avleiðing, ið hevur við sær, at fólk verða eggjaði til at sleppa síni ábyrgdarkenslu, um bústaðarskattur verður gjørdur á sama hátt sum í Danmark, har mann skal gjalda bústaðarskatt av tí mann eigur í húsunum.
Ognarskattur tað næsta
Sambært Jørgeni Niclasen er hetta helst fyrsta stigið fram ímóti, at skatta fólk av øllum sínum ognum, og tað heldur hann als ikki bera til.
- Vit skulu ikki straffa fólk fyri at eiga. Tað er ein partur av fólkaflokshugsjónini, at fólk skulu hava møguleika at eiga sítt egna, og tí kunnu vit á ongan hátt góðtaka nakran ognarskatt, staðfestir Jørgen Niclasen.
Ikki at javnseta fólk
Sambært greinini hjá Jóannesi Eidesgaard, har hann siterar búskaparráðið, skal bústaðarskatturin javnseta fólk, soleiðis at øll fáa betri møguleikar. Men hesum tekur Jørgen Niclasen als ikki undir við.
- Tað er longu skattur á arvi, og tað er ein skattur, har mann økir um ognina. Tí er tað í lagið at gjalda skatt av tí, men at gjalda skatt av nøkrum mann longu eigur, har mann ikki økir um ognina, ber als ikki til, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.
Hann metir somuleiðis, at mann ongastaðni er fegin um bústaðarskattin, og tí er onki hugskot at fáa sær hann her.