Jógvan Arge skal útvarpa á Rás2

Størsta legendan í útvarping av føroyskum ítróttarkappingum man verða Jógvan Arge. Fyri 45 árum síðani byrjaði hann at siga frá ítrótti í útvarpi, og eftir at hann ikki hevur verið at hoyrt í umleið eitt ár, ger hann comeback.

 

Jógvan Arge verður nú at hoyra á Rás2. Hann verður við á Oyggjaleikunum, sum byrja sunnudagin og varða eina viku fram. Á Álandi fer Jógvan Arge millum annað at siga frá svimjikappingunum.

 

- Eg havi varpað út frá bæði Jón Hestoy og Mark Spitz, so púra óroyndur eri eg ikki á økinum, sigur Jógvan Arge við Sosialin.

 

- Tað, sum eg plagi at leggja meg eftir, er at gera eina góða og spennandi frásøgn, sum lurtarnir tíma at fylgja við í, sigur hann.

 

Rás2 fer at senda frá Oyggjaleikum fyrstu ferð leygardagin kl. 16.00, og síðani verður sett næstu vikuna á tamb við beinleiðis frásagnum, samrøðum og analysum.