Kommunusamanleggingarnar kring landið fara at seta sín serliga dám á kommunuvalið seinni í heyst. Í miðstaðarøkinum skulu fólk úr Nólsoy, Hesti, Velbastað og Kirkjubø fyri fyrstu ferð velja í Tórshavnar kommunu.
Hjá flestu veljarum verður kommunuvalið fyrsta smakkiroyndin av einum floksbýttum kommunuvali. Í Nólsoy, Hesti, Velbastað og Kirkjubø er óivað spenningur um, hvørjir bygdaráðslimir ætla at royna seg í valstríðnum í heyst, og ikki minst hvørjar flokkar hesi ætla at umboða.
Nógv tilboð
-Eg haldi, at eg næstan havi fingið áheitanir úr øllum flokkum og tað er tað er bara stuttligt, men eg havi ikki tikið støðu um eg fari at stilla upp.
Borgarstjórin í Nólsoy seinastu fýra árini, Jógvan Thomsen, hevur framvegis ikki gjørt av um hann verður millum valevnini til kommunuvalið í november. Hann ætlar sær at taka støðu í næstum.
Brekkstein stillar upp
Síðan 1992 hevur borgarstjórin í Kirkjubøar kommunu, Annfinn Brekkstein, sitið í kommuni. Á tveimum teimum seinastu løgtingsvalunum hevur Annfinn verið uppstillaður fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymi, og borgarstjórin í Kirkjubøar kommunu ætlar sær eisini at tørna út fyri Sambandsflokkin á kommunuvalinum í heyst.
Vit royndu fyrrapartin at fáa fatur á borgarstjóranum í Hesti, Eyðfinni Lenvig, men tað eydnaðist okkum ikki, og tí vita vit av góðum grundum ikki um hann ætlar at stilla upp til kommunuvalið.
Mynd: Jógvan Thomsen
-Eg haldi, at eg næstan havi fingið áheitanir úr øllum flokkum og tað er tað er bara stuttligt, men eg havi ikki tikið støðu um eg fari at stilla upp.