Nýggja føroyska poppstjørnan í Íslandi Jógvan Hansen kemur til Føroya við tí framúr vælspælandi bólkinum frá X-Factor kappingini. Sum Planet.fo longu á páskum kundi avdúka, so kemur X-factor vinnarin Jógvan Hansen til Føroyar at framføra í heimbýnum Klaksvík, tá ársins summarfestivalur verður hildin í august. Í tíðindaskrivi í dag, váttar Summarfestivalurin, at avtala er gjørd millum festivalin og Jógvan Hansen um, at hann skal spæla á Summarfestivalinum í ár.
Jógvan Hansen tók Ísland við stormi í sangkappingini X-Factor, sum júst hevur verið víst í íslendskum sjónvarpi, og nú skal hann geva fløgu út og spæla á eini ørgrynnu av konsertum kring Ísland.
Jógvan ætlar sær eisini at leita heimaftur til Føroya við sínum tónleiki, og einki kann verða meira upplagt enn at spæla til Summarfestivalin í Klaksvík, har Jógvan er uppvaksin.
Saman við Jógvani kemur eisini tann framúr vælspælandi bólkurin, sum fólk kenna frá X-Factor kappingini. Tað vóru ikki minst hesir dugnaligu tónleikarar, sum fingu kappingina at glíða so væl, og teir koma til Føroya at spæla undir hjá Jógvani, tá ið hann fer at spæla á Summarfestivalinum.