Jógvan Ki Jacobsen 80 ár

Fríggjadagin 18. mars 2005 fylti Jógvan Ki Jacobsen í Havn 80 ár, og dagin eftir bleiv hann útnevndur til heiðurslim í Havnar Badmintonfelag (HBF), har hann enn er virkin.

Jógvan er føddur og uppvaksin í Havn og útbúgvin maskinsmiður. Tá ið hann í sínum arbeiði sum maskinsmiður hjá Wenzel Petersen var við at byggja Føroya Banka-bygningin í N. Finsensgøtu síðst í 50-unum, førdi tað við sær, at hann varð settur í starv sum hitameistari hjá bankanum í 1957. Seinni bleiv hann húsavørður, og eftir tað tók hann sær av postinum og arkivinum hjá bankanum. Føroya Banki bleiv hansara lívsstarv, og hann gavst har sama dag, sum hann fylti 67 ár, í 1992.

Jógvan er kanska mest kendur sum ítróttarmaður. Hann er ein fyrimynd innan føroyskan ítrótt. Til dømis spældi hann í 1. deild hjá B36, til hann var umleið 40 ára gamal.

Hóast álvarsama sjúkralegu fyri umleið 13 árum síðan, tá hann misti annað lunga, merkist tað ikki á honum í dag. Hann spælir t.d. badminton tvey kvøld um vikuna. Eisini spælir hann tennis, og um summarið gongur hann túrar í fjøllunum. Hann er ótrúliga fimur og skjótur, hóast hann nú er vorðin 80 ára gamal.

Foreldrini hjá Jógvani vóru Johanna Súsanna, f. Joensen, ættað úr Árnafirði, og Christian Jacobsen, vanliga nevndur Ki hjá Bøkjaranum, úr Havn. Harfrá kemur millumnavnið hjá Jógvan, Ki.

Jógvan er giftur við Winny, f. Meitilberg, úr Havn, tey eiga tvey børn, Høgna sum býr í Havn, og Unn sum býr í Barcelona í Spania. Winny og Jógvan eiga tvey ommu- og abbabørn í Barcelona, har Jógvan inn ímillum styttir sær um stundir við at hyggja at fótbóltsdysti á "Nou Camp" stadion í býnum.