Jógvan á Lakjuni

Naena Danielsen heldur áfram at greiða frá síni ætt í Barbustovu. Hesa ferð er tað um abbabeiggjan Jógvan á Lakjuni

Tann yngsti beiggi abba var Jógvan, f. 13. februar 1868. Hann gifti sær Lakju­festið til. Kona hansara, Ma­lena Fredrikka Trondesen, doyði í barsilssong við fyrsta barni teirra, Malena Sofía, fødd 1893. Hon tók ikki við festinum, tí hon giftist við bónda á Viðareiði, Niels J. Matras. Jógvan giftist uppaftur við Mariu, sum var úr Skálabotni.
Her skal greiðast eitt sindur frá teirra børnum:
Johannes Mikael Mikkelsen, f. 1898, uppkallaður eftir abbanum, Havna-Jóannes. Hann festi garðin og giftist við Lenu Petersen úr Ólastovu í Syðrugøtu.
Inga f. 1899, var ógift. Inga var ein ógvuliga dugnalig seymi­kona. Tey vóru nógv, ið heittu á Ingu, tá ið eitt pent plagg skuldi seym­ast, ella hon klipti til fyri tey, sum seymaðu pløggini heima.
Ikki man tað hava verið nógv, hon hevur fingið fyri sítt arbeiðið í teimum vánaligu 30-árunum. Inga var hjartagóð og ógvuliga ættar­kær.
Inga, og Martin, f. 1912, fluttu til Havnar. Heim teirra í Grønlandi var altíð opið fyri familju og vinfólki úr Gøtu. Inga seymaði, til hon var komin langt upp í árini. Hon seymaði mær og systrunum kjólar til einar páskir. Teir vóru vakrir, myrkareyðir við hvítum blondikraga.
Edvard, f. 1903, giftist við Sonnu Olsen úr Tøvuni við Gøtugjógv. Tey fluttu yvir undir Gøtueiði. Tey vóru ógvuliga blíð at koma inn til. Tá var nógv sild at fáa á Skálafjørðinum, og tað var góð inntøka í tí. Tí fluttu tey úr Syðrugøtu. Edvard doyði av sjúku í 1948, 45 ára gamal. Sanna giftist uppaftur við Andrias Øre úr Beitinum í Syðrugøtu.
Edvard seldi húsini til Poul Huus, systkinabarn pápa. Poul var skipari, so hann átti radio. Tað var langt ímillum húsini, har eitt radiotól var. Í bardagaárunum kundu vit hoyra jólaheilsur úr Danmark. Hetta var stórt upplivilsi, tí einki samband var annars millum londini. Tá ið so jólaheilsanirnar komu, fór maður av húsi at lurta eftir jólaheilsanum í teimum húsunum, har eitt radiotól var. Tað var ofta hjartanemandi at hoyra hesar heilsanirnar. Eg plagdi at fara oman til Poul at lurta. Tá var fyrra kona Poul á lívi. Eisini høvdu vit eitt serliga gott forhold til húsið har, tá ið Sanna, seinna kona Poul, kom av Hvítanesi. Hon og Sigurd, maður mín, høvdu verið spælibørn saman har, og tað var hugnaligt at vera saman við teimum, gestablíð sum tey vóru. Í dag býr abbasonurin Poul Huus Sólstein har.

Lærari í Leirvík í 43 ár
Petur, f. 1901, giftist við Kathrinu Zachariassen úr Jákupstovu í Norðragøtu. Petur fór til skips 14 ára gamal saman við bróðurinum Jóhannesi. Hann var til skips í 7 ár. Teir vóru sum oftast bestir at fiska. Tað lá ógvuliga væl fyri hjá Barbustovumonnunum at fáa fisk.
Petur fór tveir vetrar á háskúla, tí hann hevði sett sær fyri at læra til lærara. Tað vóru nógvar um­sóknir til læraraskúlan hetta árið, tí var sera spennandi at fara til upp­tøku­royndina. Petur visti, at bert tey dugnaligastu høvdu vón um at verða tikin við. Konoy, lærarin í Gøtu, læt hann koma at undirvísa nakrar dagar í skúlanum har fyri soleiðis at leggja honum lag á, og Petur stóð royndina. Hann gekk á læraraskúla frá 1923-26. Hann fekk beinanvegin lærarastarv í Leirvík, men har var einki skúlahøli.
Óli hjá Guttormi sat í bygda­ráð­num og fekk hann konu sína Elspu at lata Peturi báðar stovurnar til at undirvísa í, og hetta helt áfram í 4 ár. Petur segði seinni, at hetta vóru hansara bestu dagar í Leirvík. Elspa og Petur vóru systkinabørn, og man tað hava gjørt sítt til, at hon hevur latið sær lynda onga stovu at hava.
Tá ið hann í 1969 legði frá sær, hevði hann verið lærari í Leirvík í 43 ár.
Nú fluttu Petur og konan til Havnar, tí at nú vóru flestu børnini búgvandi í Havn.
Elspa Sofía, f. 1905, giftist við Anthon Hansen frá Vejle, har tey búsettust.
Oliver, f. 1906, vaks upp “fyri oman Oyrina” í Syðrugøtu. Hann fórst við “Verdandi” í 1944.
Petra, f.1914. Hon doyði longu í 1927 av syrgiligari vanlukku.

Ærin bjargaði Jógvani
Sagt verður frá, at Jógvan eina ferð fekk boð um eina ær, sum var farin av haga. Hon var komin inn norðuri á Oyri. Hann fór avstað eftir ærini, men tá ið hann var á veg eysturum aftur, brast kavaódn á av ringasta slag, so hann ikki sá fram um nøs­ina. Hann bleiv greiður yvir, at hann, staddur uppi millum fjalla, ikki kundi halda leiðina áfram. Hann fær sær skýli aftur undir ein­um steini. Har sat hann alla náttina, meðan kavaódnin leikaði í við ærini tætt inn at sær og kíndi henni um snáina. Hetta var hansara bjarging. Hitin frá ærini gjørdi, at hann ikki frysti í hel hesa náttina. Hann kom at hava stóran alsk til hesa góðu ær. Hann koyrdi hana ongantíð aftur í hagan.
Á gomlu húsini á Lakjuni var nokk so lágt niður til túni á tí síðuni, har koyggjureisingin var. Mær er for­talt, at tá ið grasið síðkaði á tekjuni, fór ærin uppá tekjuna at eta tað. Jógvan hjúklaði um ærina á allan hátt, til hon doyði 16 ára gom­ul.

Duldi dreymurin
Omma fortaldi okkum, at ein bóndi á Lakjuni, Jógvan, læt nýggjan bát byggja. Um náttina kom maður til hansara í dreymi og sigur “hasin báturin verður líkkista tín”. Árini gingu. Jógvan segði ongantíð nøkr­um frá dreyminum. Ikki var sørt, tá ið hann var á útróðri, og ill­veð­ur kom á teir, at hann hugsaði, um hetta mundi fara at verða lagnu­dagur hansara. Men eina náttina var stórur uppgangur, og báturin hjá Lakjubóndanum bleiv tikin út av brimi. Um morgunin lá hann sum pinnabrenni á sandinum. Um nátt­ina kom maðurin frá dreyminum aftur og segði: “Skam fái tú, sum dreymin duldi”. Hevði hann ikki gjørt tað hevði hann verið feigur.
--------

Komandi partur
Í komandi parti greiðir Hensia meira frá bóndaskapi og Naena greiðir frá abbasystrunum í Barbustovu.