Fólkakirkjan og Landsstýrismaður
? Hjá Jógvani á Lakjuni er fólkakirkjan í góðum hondum.
Tað er Jóannes Eidesgaard, løgmaður, púra sannførdur um.
Hann sigur, at hann als ongan ampa av at seta Jógvan á Lakjuni at umsita fólkakirkjuna í Landsstýrinum, hóast hann er limur í brøðrasamkomuni.
Hann ivast heldur ikki í, at fólkaflokkurin innanfloks hevur umhugsað hesa serligu støðuna, men er komin eftir, at hann hevur fult álit á, at Jógvan á Lakjuni fer at umsita kirkjumál á fullgóðan hátt.
?Jógvan á Lakjuni er ein hampamaður í allar mátar og hann fer heilt avgjørt ikki at leggja føroysku fólkakirkjuni so mikið sum eitt holmstrá í vegin, sigur Løgmaður.
? Mentamál er eitt stórt málsøki og fólkakirkjan er ein partur av tí og eg ivist onga løtu í, at nýggi landsstýrismaðurin fer at umsita fólkakirkjuna eftir løgtingsins vilja, leggur hann afturat.
Hann heldur sostatt ikki, at tað í hesum føri er nakar vandi at seta ein lim í brøðrasamkomuni at umsita kirkjumál.
? Hinvegin er Jógvan á Lakjuni lærari og skúlamaður burturav og júst skúli og útbúgving eru nógv tey størstu málsøkini í mentamálaráðnum.
?Harafturat kemur tað, at Fólkakirkjan er eitt sera eymt mál fyri føroyingar og tey eru mong, sum fylgja væl við tí, sum hendir innan kirkjugátt. Somuleiðis eru tað nógv í løgtinginum, sum fylgja gjølliga við gongdini í fólkakirkjuni, so eftirlitið við landsstýrismannin er stórt, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann vísir annars á, at landsstýrismaðurin umsitur bara politisku ábyrgdina av kirkjuni og kann ikki á nakran hátt leggja seg út í gudgfrøðiliga innihaldið í kirkjuni.
? Eg haldi ikki at tað er komið fyri, at ein landsstýrismaður hevur lagt seg út í gudfrøðilig innanhýsis viðurskifti í fólkakirkjuni og tað fer Jógvan á Lakjuni heldur ikki at gera.
Í løtuni er tað drotningin, sum t.d. setir ritual í gildi í kirkjuni. Tann dagin, kirkjan verður yvirtikin, eru sannlíkindi fyrk, at tað verður landsstýrismaðurin, sum fær hesa ábyrgdina. Hvussu fer tað at rigga, um landsstýrismaðurin tá er limur í brøðrasamkomuni, sum er grundleggjandi ósamd við kirkjuna um nógv viðurskifti?
?Kirkjan verður hvørki yvirtikin í dag ella í morgin. Yvirtøkan er ein hóvlig og væl gjøgnumhugsað tilgond, sum fer fram í samstarvi við allir partar í skipanini, so at øll føla seg trygg við gongdina. Og kemur tað so langt, verður hetta uttan iva eisini ein spurningur, sum vit finna eina loysn á.
Ikki leypa framav
Løgmaður heldur sostatt ikki, at tað er nøkur orsøk til at leypa framav í hesum máli.
Men hann sigur, at er ovasta leiðslan í Fólkakirkjuni ótrygg við støðuna, er tað avgjørt eitt mál, sum verður tikið upp.
? Tað gera vit á tann hátt, at vit fara at kalla leiðsluna í fólkakirkjuni til fundar at tosa um viðurskiftini.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hann hevur avtalað við Jógvan á Lakjuni, at landsstýrismaðurin skal kalla Bisp og løgmann og kanska eisini onnur í leiðsluni í fólkakirkjuni, saman til fundar at tosa um tey viðurskifti, sum gera kirkjufólk ótrygg.
? Eg vil fegin hoyra frá teimum sjálvum, hvat tað er, tey eru ótrygg við, leggur hann afturat.
Hvat sigur tú til uppskotið frá bispi um at lata onkran annan landsstýrismann, ella løgmann sjálvan, sum er limur í fólkakirkjuna, yvirtaka umsitingina av fólkakirkjuni?
? Tað er ein politiskur spurningur. Flokkarnir í samgonguni hava býtt tey ymsu málsøkini ímillum sín. Og skal nøkur broyting vera, má tað viðgerast í samgonguni. Men í løtuni haldi eg ikki, at tað er nøkur ørsøk til at gera broytingar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Ójavnir á máli
Hesar báðar seinastu dagarnar hava nógvir lesrar gjørt vart við seg á Sosialurin í sambandi við, at Jògvan á Lakjuni er settur at hava ovasta myndugleikan fyri kirkjuna.
Eyðvitað eru lesarar ójavnir á máli
Ein lesari í Noregi heldur, at Løgmaður hevur verið óheppin í hesum føri. Hann vísir á, at flokksfelagarnir hjá løgmanni í Noregi høvdu dama trupulleika, seinast ið Jens Stoltenberg varð forsætismálaráðharri.
Trupulleikin var tann sami. Ráðharrin sum var ætlaður at umsita kirkjumál, var ikki limur í Fólkakirkjuni. Men trupulleikin varð loystur aðrenn stjórnin fór til verka við at flyta kirkjumál yvir til ein annan ráðharra, sum var limur í Fólkakirkjuni.
Annarssigur hesin lesarin, at í Noregi er óhugsandi at onnur enn kirkjufólk umsita Fólkakirkjuna í stjórnini.
? Hugsanin er, at so leingi vit hava eina statskirkju, eru tað limir í statskirkjuni sum umsita hana á politiskum stigi.
Ein lesari í Føroyum, at tað ger tað sama um landsstýrismaðurin, sum umsitur kirkjunam er limur í brøðrasamkomuni. Bara maðuriner frelstur, so er tað gott. Tað er tað einasta, bispur eigur at hugsa um
Og ein annar lesari spyr, hvat bispur skilur við hugtakið "trúðarfrælsi".
? Er trúarfrælsi at tú sleppur undan "happing" fyri tína trúgv, men so heldur ikki meira. Ella er trúarfrælsið, at øll eru javntsett í føroyska samfelagnum, eisini at kunna gerast Løgmaður, spyr hesin lesarin