Jógvan Mørkøre:Góðtekur ikki ávaringina

Jógvan Mørkøre ætlar ikki at góðtaka ávaringina, ið hann fekk frá rektaranun á Fróðskaparsetrinum fyri útalilsir í sambandi við nógv umrøddu Menas-frágreiðingina. Hann ætlar víðari við málinum, og hevur sett fram krav til leiðsluna um at taka aftur ávaringina

SETRIÐ

Tað er líkt til, at tann nógv umrødda Menas-frágreiðingin enn eigur fleiri orð at tala. Tann oftani umstrídda frágreiðingin spreiddi sum ringar í vatninum søgur frá sær frá fyrstu løtu, frágreiðingin alment kom fram.
Jógvan Mørkøre kom í februar mánað við nøkrum úttalilsnum í sambandi við hina so nógv umrøddu Menas-frágreiðingina. Hetta endaði alt við, at Jógvan Mørkøre fekk ein ávaring frá leiðsluni á setrinum, og hann fór eisini í farloyvi, men er síðani komin aftur til arbeiðis á Fróðskaparsetrinum.
Jógvan Mørkøre er limur í Magistarafelagi Føroya, og hann boðaði í februar mánað frá, at hann fór at lata felagnum málið. Magistarafelagið hevur síðani latið málið farið víðari til ein advokat, sum hevur sent leiðsluni á Fróðskaparsetrinum eitt skriv.
Kate Sanderson er forkvinna fyri Magistarafelagið, men hon vil ikki gera viðmerkingar til málið, so leingi málið enn verður viðgjørt av Fróðskaparsetrinum. Hon váttar tó, at eitt skriv er sent til setrið vegna Jógvan Mørkøre.
Hans Pauli Joensen, vararektari á Fróðskaparsetrinum, vil ikki gera nakra viðmerking til málið. Hann vísir til Maluna Marnersdóttir, rektara, men hon var stadd uttanlands, tá vit royndu at fáa hendur á henni hósmorgunin.
Eftir hvat Sosialurin skilir er kravið frá Jógvan Mørkøre, at áviringin verður tikin aftur ? annulerað.
Sett er eisini fram eitt evstamark fyri, nær Fróðskaparsetrið skal hava gjørt hetta. Eftir hvat Sosialurin skilir, so hevur fundur verið, har málið hevur verið fyri, men orsakað av fráveruni hjá bæði rektaranum og Jóan Paula Joensen, umboð fyri Søgu- og Samfelagsdeildina, so má ein avgerð bíða.
Tað verður ? eftir hvat skilst ? gjørt greitt, at fleiri stig verða tikin, um leiðslan á setrinum ikki tekur aftur ávaringina.




Gongdin í málinum

Tað var oljufelagið BP, sum gjørdi av at gera eina kanning um árinini av einari møguligari oljuvinnu í Føroyum. Hetta vakti ans, tí nógv mettu stóran tørv var á einari tílíkari kanning. Arbeiðið var sett í gongd, og tað var bretska ráðgevingarfyritøkan Menas, sum fekk til uppgávu at greiða frágreiðingina úr hondum. Í fororðunum í sjálvari frágreiðingini stendur at lesa, at tað var í september 2000, BP heitt á Menas í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya um at gera eina tílíka frágreiðing. Í somu fororðum stendur eisini at lesa:
Endamálið við hesi kanning er at kanna tað búskaparliga, politiska, sosiala og umhvørvisliga
samanhangið, sum ein framtíðar oljuvinna møguliga fer at virka í. Harumframt skal kanningin meta um møgulig høvuðsárin á tað føroyska samfelagið, meðan leitað verður eftir olju, meðan olja verður framleidd, og frameftir. Tørvurin á einum tílíkum arbeiði varð staðfestur í frágreiðingini frá Oljuráðleggingarnevnd Landsstýrissins: Fyrireikingar til oljuleiting, ið kom út í 1997.
Menas savnaði saman ein røð av serfrøðingum innan nógv øki, sum allir skuldu virkað inannfyri sítt økið, tí frágreiðingini í evnum var rættiliga umfatandi.
Millum serfrøðingarnar vóru eisini føroyskir serfrøðingar, sum vórðu knýttir at verkætlanini gjøgnum Fróðskaparsetur Føroya. Tað var tó skjótt, at tað kom vátt í reiðrið millum partar av føroysku manningini og leiðaran fyri verkætlanini, John Christensen frá Menas.
Á stórari oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum í november mánað 2001 kom ein samandráttur av sjálvari frágreiðingina fyri dagin fyri fyrstu ferð. Tá løgdu eisini nakrir av rithøvundum fram um partar av kanningini.
Síðani tá hevur nógv rok verið um sjálva frágreiðingina, sum bæði gjørdar nakrar niðurstøður, ið ikki fullu í góða jørð. Men tað vóru serliga atfinningarnar hjá Suni á Dalbø, sum vaktu stóran ans í fjølmiðlunum. Hann hevði ógvuliga lítið gott at bera arbeiðinum í sambandi við verkætlanina, sum hann helt vera óvísindaliga.
Vit máttu tó bíða heilt til 22. februar 2002 til verkætlanin loksins varð latin almenninginum. Undan hesum hevur Jógvan Mørkøre, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya úttala seg um, at Fróðskaparsetrið ikki eigur at leggja navn til frágreiðingina. Hann sigur m.a., Fróðskaparsetrið meira er at meta sum ein undirveitari enn nakað annað.
Um mánaðarskiftið gerst so greitt, at leiðslan á Fróðskaparsetrið Føroya, Setursráðið, ætlar, at úttalilsini hjá Jógvani Mørkøre skulu fáa avleiðingar fyri Jógvan. Jógvan Mørkøre fær eina ávaring frá leiðsluni, og hann fer eisini í farloyvi, men kemur síðani aftur í starvið hjá sær.
Hann letur málið í hendurnar á Magistarafelag Føroya, sum seinni tekur stig í málinum við at biðja advokat senda Fróðskaparsetrinum skriv, har kravt verður, at áheitanin verður tikin aftur.