Jógvan og Eirikur raktu best

Bæði Jógvan Niclasen og Magnus Andreassen, sum skjóta í compound, kláraðu EM-krøvini í fyrstu kappingini í bogaskjóting, nú nýtt kappingarár er skotið í gongd við fyrstu Grand Prix-kappingini. Eirikur í Jákupsstovu vann kappingina hjá recurve-skjúttunum

BOGASKJÓTING

Um vikuskiftið var fyrsta kappingin í bogaskjóting, nú nýtt kappingarár verður skotið í gongd, og latið verður væl at úrslitunum, ið taldu fleiri persónlig met, umframt at nógvir skjúttar møttu upp. Hetta var samstundis fyrsta Grand Prix-kappingin í vetur, so tey, ið møta best upp og fáa bestu úrslitini, hava møguleika at standa sum Grand Prix-vinnarar, tá kappingarárið endar.
At Grand Prix-leisturin er partur av kappingunum í vetur, hevur fyrst og fremst til endamáls at halda skjúttunum til, so teir møta væl upp og royna sítt besta alla tíðina. Onkuntíð hava skjúttar spart seg í innleiðandi kappingunum, men skotið sum dreymar í avgerandi kappingunum. Nú ræður um at gera sítt besta alla tíðina, skalt tú gera teg galdandi.
Annars var merkisvert, at tveir skjúttar longu í hesi fyrstu kappingini fingu so góð úrslit, at teir kláraðu innandura EM-krøvini. Jógvan Niclasen megnaði við persónligum meti kravið til EM hjá teimum vaksnu, og Magnus Andreassen kláraði somuleiðis kravið til EM fyri juniorar. EM-kappingin verður í Kroatia í mars mánaði.

Spennandi barnafinala
Tilsamans 18 skjúttar vóru við í kappingini hjá teimum vaksnu, sum var á tekniloftinum á skipasmiðjuni í Havn fyrrapartin í gjár. 10 skjúttar vóru við í compound og átta í recurve, og teir skutu 18 metrar.
Í compound kom kappingin at um fyrstaplássið at standa millum Jógvan Niclasen úr Tambum og Magnus Andreassen úr Ørvi, og henda dystin vann Jógvan 116-112. Í kappingini um triðjaplássi stóð dysturin millum tveir skjúttar úr Ørvi, Kaj Johannesen og Hans Asbjørn Eysturdal, og her vann Kaj 112-111.
Í recurve megnaði Eirikur í Jákupsstovu at hála seg væl upp, tá tað kom til stykkis, tí eftir innleiðandi umførini lá hann á sættaplássi. Men hann kom í finaluna ímóti Hans Peturi Højgaard og vann 110-103. Teir báðir eru úr Ørvi, og tað er Annika Vang eisini. Hon tók triðjaplássið við at vinna 107-99 á Tórfinni Hansen úr VágaSkoti.
Leygardagin kappaðust børnini í recurve á 12 metrum, somuleiðis í Havn, og har vóru tilsamans níggju skjúttar úr Ørvi, Tambum og VágaSkoti við. Her gjørdist talan um eina sera spennandi og ikki sørt dramatiska finalu millum Oddmar Nielsen og Odd Andreassen úr Ørvi, sum báðir settu persónligt met og tí megnaðu krøvini til donsku kappingina, Frederiksborg Pokalen, sum verður í februar.
Í dystinum um fyrstaplássið endaðu tey umførini millum Oddmar og Odd 27-29, 27-26, 26-25 og 27-27, sum tilsamans gav 107-107. Tí var neyðugt við umskjóting, og tá vann Oddmar 10-8. Í dystinum um triðjaplássið vann Marnar Mikkelsen úr VágaSkoti 93-88 á Inga Alfredsson úr Ørvi.