Í morgin, leygardagin 25. mai, verður Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, landstýrisamður og løgtingsmaður 80 ár. Hann var vikin í politikki frá 1970, tá hann varð valdur tingmaður fyri Fólkaflokkin í Eysturoyar valdømi til 1994, tá hann ikki stillaði uppaftur. Frá 1978 umboðaði hann Fólkaflokkin í Suðurstreymoyar valdømi.
Jógvan Sundstein gjørdist løgmaður eftir valið í 1988, tá hann skipaði samgongu saman við Sambandsflokkinum. Eftir valið í 1990 skipaði Javnaðarflokkurin tvíflokkasamgongu saman við Fólkaflokkinum, og tá gjørdist Jógvan Sundstein fíggjarmálaráðharri. Tað starvið røkti hann til 1993.
Jógvan Sundstein er havnarmaður. Foreldrini vóru Hanna Jensen (á Dul) og Hans Sundstein, sum í mong ár var sjómansskúlalærari. Tey fingu seks børn. Jógvan var elstur, og so eru fimm systrar: Margretha (1935), Agnas (1937), Elisabeth (1939), Hanna (1940) og Marjun (1947). Margretha býr niðri, og hinar búgva í høvuðsstaðnum.
Eftir skúlan fór hann í læru í Sjóvinnubankanum. Seinni tók hann HD í roknskapi í Keypmannahavn og seinni grannskoðaraprógv. Í 1963 varð hann løggildur grannskoðari.
Hann byrjaði egið grannskoðaravirki í 1964. Eitt skifti var hann saman við Paula Ellefsen.
Jógvan er giftur Lydiu fødd Marstein og ættað úr Klaksvík. Tey búðu í mong ár á Skákinum í sonevnda »Kardamummbýnum« úti í Grønlandi í Havn, men fyri fáum árum síðani fluttu tey til Danmarkar. Tey búgva í Slagelse, har dótturin, Ruth, býr. Lydia og Jógvan hava eisini tveir synir – Hans Paula og Eivind – sum báðir búgva á flatlondum.
Hóast tey búgva í Danmark, so fylgir Jógvan framvegis væl við í føroyskum samfelagslívi, og hann er fastur viðmerkari í panelinum, sum skrivar tíðargrein í VikuskiftisSosialinum.