Jóhanna og Jónina giftar

Íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurdardóttir og sambúgvi hennara, rithøvundurin Jónina Leósdóttir, eru nú giftar, og tær vóru sostatt millum tey fyrstu, sum vórðu gift sambært teirri nýggju íslendsku hjúnarbandslógini.

Lógin, sum Altingið samtykti í síðsta mánað, loyvir tveimum av sama kyni at giftast, og lógin gevur giftum samkyndum somu rættindi sum giftum hinkyndum.

Jóhanna Sigurðardóttir og Jónina Leósdóttir hava verið sambúgvar í fleiri ár, og sunnudagin søktu tær myndugleikarnar um, at teirra skrásetta parlag bleiv broytt til lógfest hjúnarband.