KÍ MÁLVERJIN
Mathias Samuelsen var leygardagin við KÍ dreingjunum í Vágum. Hann hevði fingið boð til HB dystin sunnudagin, men hann roknaði við, og tað var eisini ætlanin, at hann skuldi sita á beinkinum sum eykamaður hjá Jákupi Mikkelsen.
Tá ið teir báðir hitaðu upp, bendi alt á, at Jákup skuldi spæla. Men í síðsta sparkinum undir upphitingini dragnaði tað aftur í lærinum hjá landsliðsmálverjanum, og so varð 16 ára gamli drongurin fyri fyrstu ferð nakrantíð á besta liðnum sendur inn á heimavøllin. Tað kom púra óvart á, men Mathias stóð seg væl. Hann var tryggur, tá ið HB legði innfyri í brotsteigin, og tá ið HB spælararnir vóru í góðum støðum, sendu teir í tværtræ, uppum ella við síðuna av.
Hetta var elddópurin hjá Mathiasi Samuelsen á heimavølli. Næstsíðsta sunnudag stóð hann royndina á útivølli, tá ið KÍ vann 2-1 á Skála.
Hvussu tað nú fer at roynast hjá Jákupi Mikkelsen er ikki greitt enn. Fríggjakvøldið vandi hann næstan, sum hann plagar, men sunnudagin var aftur galið. Tveir dystir eru eftir í landskappingini, og so eru tað landsdystirnir á Kypros og í Írlandi.