29. september fyllir Jákup Andrias Joensen í Klaksvík 50 ár
Hey Jákup Andrias, nú tú fyllir fimmti, so kunnu vit ikki gloyma teg sum bróður svágur mammubeiggi og ommubeiggi.
Ja Jákup Andrias, nú eru nógvir dropar runnir í havið síðan vit komu at kennast, ja sum svágrar tað man vera skjótt 30 ár síðan. Tú tókst væl ímóti mær, og eg kann siga, at vit eru sum brøður, og tú ert so góður við systir tína og børn okkara, ja ein góð fjørskilda.
Tá eg kom at kenna teg, vart tú til arbeiðis á fiskavirkinum á Kósini, og har starvast tú enn. Eg eri informeraður um, at tú ert nógv avhildin sum arbeiðari har, bæði av arbeiðarum og leilslu, tað hevur ikki so lítið at siga. Eg havi so mangan hugsað um, hvussu tú vilt koma til arbeiðis, líka mikið hvussu veðrið er. Á kósuna er alt títt, eg havi spurt systir tína, hvussu leingi tú hevur verið á sama arbeiðsplássi, eftir sum hon sigur, so eru 34 ár gingin. Tað er ikki so lítið á sama plássi, stanhaftigur má man siga.
Jákup Andrias er sonur Urbanus Joensen úr Gerðum í Klaksvik og Ingu Antoniussen av Morkranesi, tey eru tvey syskin, systirin er Bryngerð, sum býr á Kambsdali.
Fyri nøkrun árum síðan gjørdist mamman sjúk, hon hevði sukursjúkuna. Umkring áttatiárini misti hon annað beinið av sukursjúkuni, tá var hon bundin av rullustóli og av nógvari hjálp, so sum at fáa hana sprøjtaða og at geva henni at eta, og at koma sær í song og so framvegis av í tí sum hoyrir til av dagligari røkt. Men ikki at siga, at hon ikki fekk heimajálp, jú tað fekk hon, men tað er ikki allan sólaringin. Tá var tú sum ein góður sonur og hjálpti til hvussu so tíðliga og seint tað var á døgninum, tá systirin ikki var til staðar. Eg var so ofta til arbeiðis í Klaksvík og búði hjá svigarforeldrinun, tá hoyrdi eg J.A. fara upp til arbeiðis, og tað var ikki kl. 7.00, nei men kl. 6.00, og tað var at geva foreldrunun ein drekkamunn á songina, áðrenn hann fór til arbeiðis sjálvur.
Hetta vil ikki siga, at verfaðir ikki var um vermóðir sjálvur, jú tað var hann, hann fekk ein arbeiðisskaða undir lossing á Skipafelagnum, har hann kom í klemmu inni í einum kontainara av glasi, og stutt eftir fekk hann fleiri blóðproppar í høvdið, so hann gjørdist ikki meira arbeiðisførur, ja nærmast lamin. Ja so var tú teimun ein góður sonur og bróður, vit kundu vera trygg her á Kambsdali, vit vistu at tú røkti títt arbeiði og tíni kæru foreldur, ja 100%, tað skalt tú eiga.
Tú Jákup Andrias, eg havi hoyrt nakrar søgur um teg angangandi báti. Pápin vildi hava teg við ein dagin við snøri, ja tú fórt so olbragdur við honum og systirin. Tá tit vóru komnir út fyri Oyrum á Boroyavík, so byrjaði hesin sjógarpurin at fáa sjóverk. Ja heim til mammu, tað var loysnin, men at stima innaftur vildi pápin ikki, so var siglt inn til Oyrar, har vóru tit bæði sett á land. Men systirin, sum er ein sjóálka, vildi ikki fara í land, men hon mátti líða á pápans orð at fylgja tær til Klaksvíkar. Hon hevur sagt mær hetta, tað var ikki so blíð systur, tú hevði til fylgisvein heim til húsar tann dagin. At hon ikki kundi fara við snøri við pápa sínum, ja onkur er eftir sum kann fortelja undir borðhaldinun í kantinuni á Tekniska Skúla í Klaksvík.
PS. Tá vit gjørdu klárt til brúdleypið, var ein rotta komin inn í kjallarin, ja hon skuldi jú vekk, men hvør skuldi gera hetta. Vit báðir vildu ikki so gott, jú vermóðir, sum ikki ræddist nakað, hon var farin í herna móti hesari rottu, demdi fyri har sum tað kundi og hevði eitt hol opið, so hon kundi koma sær til rímingar, har hurðin stóð opin. Nei hon, rottan, fór ongan veg. So ein dagin gjørdust vit so stórir og raskir at vit kundu fáa hetta stóra dýri út, vit fingu okkum bæði klemmur, bond og annað, so henda rotta ikki skuldi koma okkum nakað til skaða. Brøkur og tað sum vit hugsaðu, hon kundi koma krúpandi til, var lukkað, ja so var farið í herna, vit opnaðu kjallarahurðina, høvdu pinnar at stinga við: Ja J.A. hevði næstan eina kanón, um hon skuldi koma alt og nær. Vit báðir lógu framav einum gomlum komfýri og prikaðu, nú hugsi eg at hetta er ikki nakað stuttligt, her má gerast nakað. Jú, hugskotið kom, sum vit liggja og pota takið eg hendan pinnin upp eftir lærinun á svágur og rópi "rottan er á lærinun hjá tær". Eg havi ikki sæð nakran mann lopið so høgt í einum, sum tá hann leyp upp á komfýrin í einum og rópti. Hon fór út tí í sama bili, fór tvísporandi út úr kjallarinun. Hann var yvirbevístur í eina langa tíð, um at rottan var á lærinun, har sum eg hevði pinnin. Men líkamikið, hetta ódjórið bleiv vekk, og vit báðir hava havt frið síðan og eru góðir svágrar og komast væl saman.
Leygardagin tann 2. oktober kl. 19 verður føðingardagurin hildin í kantinuni í Tekniska Skúla í Klaksvík, tey sum vilja koma og heilsa uppá Jákup Andrias eru vælkomin.
Við størstu hávirðing fyri tær.
??????????
Systir tín Bryngerð,
Ingi og børnini.