Áðrenn blaðið fór til prentingar í dag, var einki alment komið út, um hvussu føroyska liðið verður mannað í kvøld. Vit loyva okkum tí at koma við einum boði upp á, hvørjir mans byrja inni, tá dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 17.00.
Í málinum verður Gunnar Nielsen. Kappingin um plássið millum stengurnar er hørð, men tá Jákup Mikkelsen hevur trupulleikar við lærinum, fellur valið á Gunnar Nielsen, sum fær úr at gera við at sparka málspørk langt niðan á fronsku hálvuna.
Verjan gevur seg sjávlt í stóran mun. Á bakkunum vera Jónas Þór Næs og Jóhan Troest Davidsen, meðan Egil á Bø og Atli Gregersen manna miðverjuna. Hetta er sama verja sum í móti Serbia.
Á miðvøllinum verður heldur eingin broyting í mun til seinast. Í borðunum vera Bogi Løkin og Símun Samuelsen, meðan Atli Danielsen, Súni Olsen og Fróði Benjaminsen taka sær av sentralu plássunum.
Hetta skal takast við tí fyrivarni, at Atli Danielsen ikki er darvaður av skaða. Er tað støðan, verður Bogi Løkin helst fluttur inn sentralt, meðan Jákup á Borg kemur inn á høgra borð.
Fremstur verður Christan Lamhauge Holst, sum má metast sum sjálvskrivaður til hetta pláss, tá Rógvi Jacobsen ikki er við.
Verður hetta liðið, er einasta broytingin í mun til dystin í móti Serbia útskiftingin millum stengurnar. Men Jákup Mikkelsen er sjálvsagt eisini ein møguleiki, og so verður liðið júst tað sama sum seinast.