Tað er ikki serliga hugaligt hjá Jákupi Mikkelsen í løtuni. Hann sleppur framvegis ikki upp í part á besta liðnum hjá Molde. Hann var á beinkinum leygarkvøldið, tá Molde í sjónvarpaða dystinum hevði vitjan av Lillestrøm, og um Eddie Gustafsson ikki verður skaddur, so sleppur Jákup neyvan á liðið í næsta dystinum. Hesa ferð helt svenski málmaðurin tætt ? dysturin endaði málleysur.
Tað var mett at vera ein møguleiki fyri, at Jákup fór at fáa møguleikan leygarkvøldið, tí málverjin hevði fingið vánaligt skoðsmál í undanfarna umfarinum, men venjarin valdi at geva honum ein møguleika afturat.
Åge Hareide, sum fyri stuttum fór úr venjarastarvinum í Brøndby, hevur áður verið venjari hjá Molde. Hann verður eftir ársskiftið venjari hjá Rosenborg. Leygarkvøldið var hann í Molde, og hann var eirindarleysur í sínum kritikki. Hann helt, at spælararnir kundu ikki bjóða áskoðarunum sovornan ballón fótbólt. Málverjararnir báðir sendu næstan bóltarnar ímillum sín, og tað var næstan lagt upp til, at eitt net varð spent á miðjum vølli, helt Åge Hareide, sum helt seg síggja, at liðini vóru so bangin fyri at tapa, at tey ikki tordu at spæla fyri at vinna.
Molde hevði ongan málmøguleika undan steðginum. Í øðrum hálveiki høvdu teir tveir stórar møguleikar, men Lillestrøm málverjin, sum gjørdist dagsins maður, bjargaði.
Rosenborg tapti aftur
Triði málverjin hjá Molde eitur Knut Lillebakk. Hann er í løtuni útleigaður til Bryne. Sunnudagin var hann í málinum, tá tíggju faldaðu meistararnir úr Rosenborg komu at vitja. Og tað var vorðið sum avrik maðurin, sum verður mettur at standa aftanfyri Jákup Mikkelsen útinnti. Hann bjargaði brotssparki, sum var dømt, tí Harald Brattbakk, fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson, skuldi vera feldur.
Norski fótbóltsheimurin var skelkaður av, at Bryne vann 2?1. Tað var ikki fyrrenn síðstu løtuna, at Rosenborg minkaði um munin.
Bodø/Glimt hevði undan sunnudegnum verið ósigrað oddalið. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Brann úr Bergen, sum ongan dystin hevði vunnið. Tí var heimaliðið mett sum greiður favorittur, men gestirnir fóru við øllum. Brann vann 1?0.
Start úr Kristinsand hevði vitjan av Viking Stavanger. Dysturin endaði 1?1, og teir á heimaliðnum vóru hepnir at fáa stig. Hetta var fjórða ferðin, at Start spældi javnt, og Benny Lennartsson, sum í síni tíð var venjari hjá Toda Jónsson og Lyngby og sum nú er venjari í Viking, var ikki serliga væl nøgdur við úrtøkuna.
Lyn úr Oslo var og vitjaði Moss. Gestirnir vunnu 2?0. Fyrra málið skoraði verjuspælarin Steven Lustü. Hann var miðverji í Herfølge, tá Jákup Mikkelsen var málverji og teir vunnu danska meistaraskapin.
Fyrrverandi føroyska felagið Sogndal var á útivølli ímóti Stabæk, sum vann 4?0. Håvard Flo, sum í fjør troðkaði Kurt Mørkøre av liðnum, hevði fleiri møguleikar at skora, men tað var so eiðasørt, at tað eydnaðist.
Hjá Vålerenge, sum flutti upp í bestu deildina í fjør, gongur tað sum eftir ánni. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Odd Greenland, og liðið úr Skien varð sent til hús við 2?0 tapi. Gamli landsliðsmaðurin, Kjetil Rekdal, er venjari hjá Vålerenge, og tað verður mett ikki at vera ómøguligt, at teir skulu gera galdandi í toppinum. Fyribils gleðast teir um hvørt stigið teir fáa. Málið hjá venjaranum og felagnum er í fyrstu atløgu at sleppa undan at flyta niður aftur.