Jacob Tauser Olsen á Lava var føddur 3/8-1845, og er hann sostatt yngstur av børnunum hjá Óla Petersen Lavesen og Onnu Mariu Thomasdatter. Hann varð doyptur í Havnar kirkju tann 24/8-1845 og fermdur í hesi somu kirkju 15/4-1860. Hann giftist við Elsebeth Hansen, ættað úr Funningsstovu í Havn, fødd 28/8-1846.
Hon var elsta dóttir Hans Paula Hansen í Funningsstovu, føddur/doyptur 6/4-1815 og konuna Johannu Catrinu Johannesdatter, fødd 1/4-1824. Teirra heim varð Funningsstova úti á Reyni, sunnan fyri ”Ydun”.
Heimið hjá Jákupi Tauser og Elsebeth lá sunnalaga í ”Kielerkanalin” og ber navnið ”á Lava”. Húsini vórðu seld núverandi eigaranum Adolfi Rubeksen í 1945. Jákup Tauser Olsen á Lava var traðar- og útróðrarmaður, og hansara fyrsta trøð varð tinglýst 1/2- 1872 saman við henni hjá Sámal á Kák, sum var granni hansara. Við sliti og áhaldni eins og við vánaligum reiðskapi eftir nútíðar máti, ruddaðu og dyrkaðu teir mongu traðarmennirnir her í Havn grýtut hagalendi til grønar fløtur við vøkrum laðaðum grótgørðum uttanum, sum tá í tíðini var eitt satt prýði fyri bý okkara. Tíverri eru hesar vøkru grønu fløturnar og teir vakurt laðaðu grótgarðarnir ikki longur til í dag.
Var við at stovna Dúgvuna
Jákup á Lava var ein av teimum monnum, sum var við til at stovnað avhaldsfelagið ”Dúgvuna” saman við Djóna Isaksen í Geil og øðrum havnarmonnum.
Umframt at vera traðar- og útróðrarmaður, var hann eisini politistur ella ”jekari” við Havnar skansa saman við so mongum øðrum havnarmonnum, sum høvdu skyldu at gera tænastu við nevnda skansa.
Gandakellingin lønti gott við góðum og …
Meðan Jákup á Lava gjørdi tænastu á skansanum, helst um ár 1877, var tann tiltikna gandakellingin Sára Malena Thomasdatter úr Skúvoy sett í skansan, tí hon var søgd at duga gand.
Sára var fødd 25/10-1832, dóttir Tummas á Dunganum, og giftist hon í 1853 við Sámali Mortensen úr Húsavík, sum gekk burtur á báti 30/4-1870
Eina náttina hevði Jákup á Lava vakt á skansanum. Samstundis hevði hann eisini ábyrgdina og eftirlit av fanganum Sáru Malenu. Tá hava tey sitið og prátað saman. Tað er ikki óhugsandi, at tey hava kenst. Eldri bróðir Jákups, Augustinus ella Agga, var giftur út til Skúvoyar, haðani Sára Malena var ættað.
Í hesum sambandi hevði Jákup latið henni upp í eina pípu av tubbaki, tí henni dámdi so væl at roykja. Hetta átti hann helst ikki at hava gjørt, tá strangar reglur vóru galdandi fyri, hvat ein fangi og ein fangavaktari kundu loyva sær.
Meðan tey soleiðis sita og práta saman, kemur óvæntað ein av yvirmonnunum út á skansan og kundi hann beinanvegin lukta tubbaksroyk inni í klivanum hjá Sáru Malenu. Yvirmaðurin spyr beinanvegin Jákup, um hann hevði givið henni loyvi til at roykja, sum var strangliga bannað. Jákup, sum kvikliga hevði tikið pípuna frá henni, segði við yvirmannin, at hann hevði sjálvur roykt eina pípu av tubakki fyri ikki at sovna. Hann hevði beint frammanundan verið inni í klivanum hjá fanganum. Hetta lat yvirmaðurin sær so siga og var ikki tosað meiri um hetta.
Tá ið Jákup soleiðis móti morgni var avloystur og fór heim av vaktini, gekk hann framvið klivanum hjá Sáru Malenu. Tá segði hon við hann, ”at hetta sum tú sýndi mær í nátt, skal tú ikki hava gjørt fyri onki. Eg vil løna tær tað aftur. Eg veit, at tú er ein dugnaligur útróðrarmaður. Nú tú fer til útróðrar, tá ið tú fer av skansanum, vil eg siga tær, at tú vil fáa ein fong, sum ongin annar útróðrar- ella havnarmaður nakrantíð hevur fingið ella vil fáa aftaná teg”.
Hetta hugsaði Jákup ikki meiri um, men fór sum hann var vanur til útróðrar. Tá ið hann kom út fyri ”Skansatangan”, var hann so heppin at fáa ein hval, sum beint tá hevði rent seg uppá tangan.
Eftir áðurnevndu frásøgn, sum er frá Viderø, skuldi hetta vera ein døglingur, sum kom Jákupi væl við, tá lønin á skansanum sum politistur ikki man hava verið tann stóra.
Eisini varð sagt av teimum gomlu á Lava, at ein dagin var henda sama Sára Malena til forhoyr í tinghúsinum, sum tá lá yviri í Gongini. Tá ið hon á leiðini kom framvið Kongabrúnna, har nakrir unglingar stóðu, tók ein teirra ein seið, sum hann tveitti eftir henni og rakti hana á kjálkan. Tá skuldi hon venda sær við og siga við tann sum blakaði, ”at har sum tú hevur rakt meg, skal tú sjálvur fáa svian at føla”. Tað gekk ikki long tíð, til hesin unglingurin fekk ein stóran svøll á kjálkan, sum ikki grøddist aftur, hóast hann fór til Danmarkar at fáa sær heilsubót. Sostatt doyði hann av svøllinum. Sára Malena doyði 13/6-1903 úti í Skúvoy.
Jákup Tauser Olsen á Lava doyði 17/9-1914 og Elsupa Hansen í Funningsstovu doyði 12/9-1935. Tey áttu fimm synir.
Teir vóru Óli f. 1871, Johan Frederik f. 1876, Andreas f. 1878, Hans Pauli f. 1882 og Jens f. 1885. Jens er grivin í gamla kirkjugarði og fara vit at koma aftur til hansara.
Kelda:
Johan Restorff Jacobsen
Næstu ferð:
Komandi frásøgn verður um Poul í Geil