Ein dystur í fyrsta umfari í íslendsku steypakappingini hevur verið í dag. Sæð við føroyskum brillum, so var dysturin sera áhugaverdur, tí hann var millum føroyingafeløgini Val og FH. Her vunnu Gunnar Nielsen, Brandur Hendriksson og Jákup L. Thomsen á Vali og Kaj Leo í Bartalsstovu.
Allir fýra føroyingarnir byrjaðu inni í føroyingauppgerðini. Jákup L. Thomsen legði FH á odda aftaná 28 minuttir. Í seinna hálvleiki økti Atli Guðnason, áðrenn Birnir Snær Ingason minkaði um munin. Móti endanum av dystinum fekk Gunnar Nielsen gult kort fyri at drála. Allir uttan Jákup L. Thomsen spældu allan dystin. Áleyparin fekk 82 minuttir á vøllinum.
Fimti føroyingurin í íslendskum fótbólti er René Shaki Joensen, sum spælir við Grindavík.