Fleiri av føroysku spælarunum í feløgum í superliguni fáa í løtuni ikki so nógva dystarvenjing í fremstu røð. Jóan Símun Edmundsson spælir millum lítið og einki í OB, og Brandur Hendriksson Olsen spælir als ikki í Randers.
Undantakið er Hallur Hansson, sum er fastur maður og telist millum lyklaspælararnar í AC Horsens.
Í gjárkvøldið varð farið undir aftur landskappingina í næstbestu deildini eftir vetrarsteðg síðani síðst í november. Fyrsti dysturin var millum Vejle BK og Thisted FC, og úrslitið var 0-0.
Við føroyskum eygum var hugaligt at staðfesta, at teir báðir føroysku spælararnir vóru millum teir fyrstu ellivu á hvør sínum liði.
Hóast hurðin gingið títt í Vejle í vetur, og onkur nýggjur spælari er keyptur til somu ódn, sum Viljormur Davidsen røkir, so var føroyski landsliðsspælarin alla tíðina ímóti Thisted á vinstra vongverja.
Hja Thisted var Jákup Thomsen, sum hetta kappingarárið er útleigaður frá FCM, fremsti maður í 86 minuttir. Hann var einasti maður, sum megnaði at fáa bóltin inn um strikuna í gjøarkvøldið, men dómarin kolldømdi fyri rangstøðu, og lítla løtu hevði hann eftir horna góða roynd við høvdinum.
Hetta eru góð tíðindi, tí í heyst var Jákup Thomsen bara einaferð við frá fyrsta bríksli.
Vejle er topplið, og uppflytararnir í Thisted eru næstfremst í næstbestu deildini.