Jákup roknar ikki við nøkrum

Fótbóltur: Landsliðsmálverjin ætlar sær ikki avstað aftur undir somu treytum, sum hann í síðstu viku var í Leeds

Jákup Mikkelsen var í málinum, tá Herfølge sunnudagin smurdi Silkeborg av 4?1, og um tað gongur, sum málverjin sjálvur roknar við, so er stórt sannlíki fyri, at hann verður í Herfølge málinum fram til kappingarenda komandi summar, tá sáttmálin hjá honum og Herfølge gongur út.

Jákup Mikkelsen kom heim aftur til Danmarkar fríggjakvøldið, og hann er einki serliga nøgdur við úrtøkuna í Leeds:

? Teir vóru fryntligir og hjálpsamir, men eg haldi ikki, at eg fekk høvi at vísa, hvat eg standi fyri sum málverji, og eg kann ikki trúgva, at teir fara at skriva nakran sáttmála út frá tí, sum teir sóu. Hvat teir halda um vitjanina og hvat teir ætla, fái eg meiri at vita um, tá David O?Leary og John Faxe Jensen hava tosað saman seinni í hesi vikuni, sigur Jákup Mikkelsen.

Tað var bara fyrrapartin fríggjadagin, at Jákup vandi saman við teimum bestu spælarunum í Leeds, og tað var bara hósdagin og fríggjadagin, at 33 ára gamli landsliðsmálverjin hjá Leeds, Niegel Martyn, vandi saman við hinum málverjunum í felagnum.

? Hann var sera fryntligur og hjálpsamur. Eg má eisini siga, at eg var rættuliga imponeraður av 19 ára gamla Paul Robertsson, sum er málverji á eingilska U?21 landsliðnum. Hinir málverjarnir vóru allir rættuliga ungir og tískil óroyndir. Í Leeds er tað framvegis ætlanin, at teir skulu hava tríggjar málverjar, sum kunnu brúkast á besta liðnum. Um teir verða áhugaðir í mær, so verður tað heldur út frá videobandinum, sum eg gav teimum, enn tað verður út frá tí, sum eg fekk høvi at vísa í Leeds, sigur Jákup Mikkelsen. Bandið, sum hann gav teimum, var av landsdystunum niðri í Bosnia og tí á heimavølli ímóti Skotlandi.

Tá David O?Leary fríggjamorgunin segði Jákupi farvæl, harmaðist hann um, at tað ikki hevði borið honum til at fylgja meiri við í vitjanini hjá Jákupi, enn hann hevði gjørt, men hann boðaði frá, at hann í hesi vikuni skuldi tosa við málmansvenjaran, áðrenn hann fór at seta seg í samband við John Faxe Jensen.

Tá vit spyrja Jákup Mikkelsen, um tað kann hugsast, at hann fer avstað aftur til Leeds av venja, so er hann avgjørdur:

? Tað er púra greitt, at eg fari ikki avstað aftur undir somu treytum sum hesa ferð. Um eg fari, so skulu greiðar avtalur vera um, hvat eg skal avstað til. Nú havi eg upplivað hetta, eg havi lært av tí, og eg hevði ikki dugað sær nakra meining í at roynt akkurát hetta eina ferð afturat.


Framvegis í oddinum

Sunnudagin hevði Herfølge vitjan av Silkeborg, sum varð sent til hús aftur við einum 4?1 tapi í viðførinum. Sigurin var greiður, og heimaliðið hevði møguleikar at skora uppaftur fleiri mál.

Jákup Mikkelsen hevði ikki møguleikar at bjarga málinum, og Silkeborg hevði fáar beinleiðis royndir ímóti málinum. Onkuntíð løgdu teir høgar bóltar innfyri, og tá var Jákup tryggur úti í brotsteiginum.

Komandi sunnudag skal Herfølge, sum saman við Brøndby er á odda í superliguni við 28 stigum, spæla á útivølli ímóti OB.jh