Jákup: Stríddust sum sannir víkingar í øllum hitanum (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg greiða frá einum hørðum arbeiðssigri niðri í Gibraltar

##med2##

B36 er víðari í Europa League undankappingini aftaná harðvunnan 2-1 útisigur á St. Joseph í 32 hitastigum á Victoria leikvøllinum í Gibraltar.

Øll málini komu í fyrra hálvleiki, ið eisini var tann betri leikti hjá B36. Í seinna hálvleiki ráddi um at binda fyri í øllum hitanum. 

St. Joseph´s – B36 1-2 (1-2)

0-1: Michal Przybylski 28.

1-1: Boro 30.

1-2: Alex Mellemgaard br 43.

- Vit vístu okkum sum sannir føroyskir víkingar í øllum hitanum, greiðir høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg frá.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra spontanu samrøðuna FM1 gjørdi við Jákup á Borg lítla løtu aftaná dysturin var liðugur. 

 

(Samrøða: Jákup á Borg aftaná 2-1 sigur á St. Joseph)