Jákup Suni gevst í politikki

Stóri atkvøðuslúkarin við seinasta býráðsval í Havn, Jákup Suni Joensen, stillar ikki upp til býráðsvalið í heyst. Hann sigur seg vera noyddan at velja millum vinnulív og politikk, og hugurin er meira til vinnulívið

POLITIKKUR

 
Oftani verður sagt, at vinnulív og politikkur ikki ganga væl í hond.
Jákup Suni Joensen, býráðslimur í Havn og fyrrverandi tingmaður, er bæði vinnulívsmaður og politikari. Men tað ætlar hann ikki at halda fram við. Seks ára royndir í politikki hava ikki givið honum hug at halda fram.
- Tað er ikki hugsandi, at eg stilli upp til býráðsvalið í heyst.
 - Býráðsarbeiði er alt ov funktionelt fyri mín. Tað hendir alt ov lítið. Mann følir oftani, at mann koyrir í tómgongd, sigur Jákup Suni Joensen, tá spurt verður eftir grundgevingini fyri, at hann hevur valt at gevast í politikki.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Vinnulív v. býráð
Til dagligt er Jákup Suni Joensen eigari og leiðari fyri Sp/f Bulur, sum fæst við byggivirksemi. Og tað er hetta virksemið, ið Jákup Suni velur fram um býráðspolitikk ? umframt landspolitikk.
- Tú kanst ikki tæna tveimum harrum. Tú fært ikki gjørt alt, tú hevur sett tær fyri. Eg haldi, at tú verður ein vánaligari vinnulívsmaður av at vera í politikki, sigur Jákup Suni Joensen, sum kortini ikki vil gera viðmerkingar til, um aðrir býráðslimir í líknandi støðu eiga at taka somu avgerð sum hann.
Fyri Jákup Suni er tað bæði ein spurningur um at vera hundrað prosent til staðar, har hann er, og ikki minst tær drúgvu mannagongdirnar í býráðsarbeiði, ið gera, at hugurin at halda fram er so gott sum heilt burtur.
- Eg valdi at royna býráðspolitikk, men tað varð ikki, sum eg hevði roknað við.
- Vanliga eri eg privatur vinnurekandi, og tá eg eri við til at avgera tingini. Í politikki mást tú boyggja teg fyri meirilutanum, sigur Jákup Suni Joensen.
Stutta frástøðan í vinnulívinum millum fyrisitingarligu avgerð og gerð er langt frá veruleikanum í kommunalum arbeiði, heldur Jákup Suni.
- Avgerðirnar eru ótrúliga umsitingarligar. Tú tekur eina politiska avgerð, men tað umsitingarliga er ógvuliga umfatandi og stórt, og tað riggar ikki so væl til mín. Tú ert bara leikmaður ? ikki fakmaður. Tað skalt tú ikki blanda saman, sigur Jákup Suni Joensen.  
Sum partur av fólkafloksumboðanini í Tórshavnar býráð hevur Jákup Suni fingið formanssessin í Havnanevndini litið upp í hendi, men hendan sess hevur hann ikki røkt seinastu tíðina.
Men hóast hann velur at gevast, so sigur Jákup Suni seg hava lært nógv hesi árini.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Atkvøðuslúkari
 Í 2002 tók Jákup Suni Joensen seg úr landspolitikki. Tvey ár undan gjørdist hann toppskoraði á býráðsvalinum í Havn við góðum 350 atkvøðum. Harav vóru góðar 280 atkvøður fingnar til vega í heimbygdini Kollafirði. Hetta var fyrstu ferð, at kollfirðingar skuldu á val saman við fólki í Havn í nýggju samanløgdu kommununi. Men stóri persónligi stuðulin seinast og góðu útlitini fyri at verða afturvaldur fáa ikki Jákup Suna at broyta meining.
Jákup Suni Joensen er 45 ára gamal, og hann megnar at fylla 46, áðrenn komandi kommunal verður hildið. Hesi seinastu árini, sum Jákup Suni hevur umboðað kollfirðingar í býráðnum, er hann eisini væl nøgdur við.
- Kollafjørður hevur fingið øgiliga nógv burturúr at vera í Tórshavnar kommunu. Íløgur eru gjørdar fyri einar tjúgu milliónir.  Vit her norðuri hava fingið tað, vit fóru eftir, sigur Jákup Suni Joensen, ið seinastu fýra árini hevur verið einasti kollfirðingur í býráðnum ? og eisini partur av meirilutanum.
Serliga tað, at gongd er komið á at fáa ítróttahøllina liðugt bygda, er Jákup Suni nøgdur við, tá júst hetta málið er eitt hjartamál hjá honum og hjá flest øllum kollfirðingum.
Hóast vit royna dúgliga, so vil Jákup Suni ikki siga so nógv um, hvar hann roknar við, at hansara ?leysur? atkvøður fara at enda í heyst, men hann heldur, at Fólkaflokkurin eigur at hava góðar møguleikar at endurvinna góða úrslitið fyri fýra árum síðani.
Higartil hevur ikki nógv verið at frætt í býráðsvalið í Havn. Onkur nýggjur listi hevur spøkt, og í Javnaðarflokkinum er stríð millum báðar býráðslimirnar hjá flokkinum. Men uppstillingarfundir hava ikki verið nakað at hoyrt til, men væntandi kemur glið á hetta ikki so heilt leingi eftir summarfrítíðina. Atkvøðuslúkarin í Kollafirði heldur avgjørdur, at tað hevði komið væl við hjá kommununi og býráðnum, um fleiri kvinnur vórður valdar í heyst.
- Eg havi einki ímóti at fáa fleiri konufólk í býráðið. Tey bleytu virðini verða forsømd við ov nógvum monnum. Vit hugsað kanska ov nógv um tøl og útboð og eftirspurning, sigur Jákup Suni Joensen.
 
 <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fremsti skal vera borgarstjóri
Við flestum persónligum atkvøðum á fólkaflokslistanum til seinasta býráðsval, vóru tað fleiri, sum roknaðu við, at Jákup Suni Joensen fór at gerast borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Jákup Suni sigur, at politiska telvingin fylgir langt frá altíð nøkrum tílíkum meginreglum.
- Skuldi eg verið borgarstjóri, so sat eg í andstøðu, sigur Jákup Suni Joensen, sum tá fekk skotið í skógvarnar, saman við Bjarta Mohr, at politisku royndirnar vantaðu.
Men vinnulívsmaðurin úr Kollafirði situr ikki syrgin og forsyndaður eftir.
- Eftir hesi árini í býráðnum, so kundi eg satt at siga ikki hugsað mær at verið borgarstjóri. Tú ert alt ov nógv ein kransakøkufigurur, og tað er riggar ikki til mín, sigur Jákup Suni Joensen.
Verður úrslitið við valið í heyst nakað líkt tí seinast, og ein líknandi støða viðvíkjandi borgarstjóraspurninginum tekur seg upp, so heldur í øllum førum Jákup Suni Joensen, at tað kundi verið upp á pláss, at tann við flestum persónligum atkvøðum eisini gerst borgarstjóri.
Àvísir føroyskir politikarar hava seinnu árini duga væl at lata frætta, at teir ikki stilla upp til val, men fyri síðani at broyta hugsan og brádliga endurvinna hugin og viljan at stilla upp. Men Jákup Suni Joensen vil ikki koyrast í hendan bás.
- Tá eg sigi nakað, so meini eg tað. Alt annað er ikki tann, eg eri, sigur Jákup Suni Joensen.