Føroyski U21 landsliðsáleyparin, Jákup Thomsen, sum er útleigaður frá FC Midtjylland til Skive IK í næstbestu donsku fótbóltsdeildini hevur verið darvaður av skaða, og hevur tí ikki fingið so nógva spælitíð seinastu vikurnar.
Men í kvøld bragdaði við spælitíð, hóast tað ikki gekk so væl hjá Skive IK. Skive IK tapti 1-3 ímóti Roskilde. Emil Nielsen legði Roskilde á odda tá 20 minuttir vóru farnir. Stutt undan steðginum javnaði Mathias Bersang fyri Skive. Fyrstu 10 minuttirnar av seinna hálvleiki fekk heimaliðið tvey mál, sum Anders Nielsen og Mikkel Nøhr skutu, og so var Roskilde á odda 3-1. Jákup Thomsen kom inn á vøllin fyri Mathias Bersang tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini. Tað endaði 3-1 til heimaliðið, men við føroyskum eygum kunnu vit so fegnast um spælitíðina Jákup Thomsen fekk í kvøld.
Sunnudagin 9. apríl tekur Skive ímóti Fremad Amager, sum er liðið hjá Finni Justinussen og Heina Vatnsdal. So er at vóna, at føroyingar verða á vøllinum fyri bæði liðini.
Skive IK liggur næstfremst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 41 stigum. Tvey stig eru upp til oddaliðið, Hobro.