Jákup Thomsen útleigaður

Føroyski áleyparin í FC Midtjyllandi skal spæla í næstbestu deildini

FC Midtjylland hevur í dag kunngjørt, at føroyski U21 landsliðsáleyparin, Jákup Thomsen, skal útleigast til Thisted í næstbestu deildini. Hann var í fjør útleigaður til Skive, men var skaddur meginpartin av tíðini.

 

- Jákup skal hava gras undir føturnar aftur, eftir at hava verið skaddur ein part av árinum í fjør. Hann hevur eitt serligan eginleikan at standa á røttum stað í røttu løtu, sigur Claus Steinlein, ítróttarstjóri í FC Midtjylland.

 

Jákup Thomsen skal í dag spæla við føroyska U21 landsliðnum, sum skal spæla móti Danmark á Tórsvølli. Rás2 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 16. Tað er annars ókeypis atgongd til dystin.