Tað er heldur einki nýtt í tí, at ein vælløntur floksformaður við fleiri almennum størvum í ein mansaldur í andstøðu knappliga kemur í tankar um, at 5 prosent oman á allar hansara almennu lønir gevur nógv meira enn 5 prosent oman á eina lága arbeiðaraløn.
Soleiðis hevur altíð verið. Men hvar er viljin til at broyta tað? Hví skulu politikarar altíð koma við teimum góðu hugskotunum tá teir sita afturá í andstøðu? Hví koma hesi góðu hugskotini ikki, tá teir sita í samgongu, og hvussu ber tað til, at teir so skjótt gloyma tey góðu hugskotini og gyltu vallyftini, tá teir eru komnir í flógvu stólarnar í Tinganesi?
Kanska tað er for lætt at vera politikari, og kanska fakfeløgini gera ov lítið um seg. Í øllum førum er okkurt galið við javnvágini.
Taka vit ein arbeiðara, hvørs grundløn er 155 krónur um tíman, og vit siga, at hann hevur fult tímatal hvønn mánað, so kann hann fortjena einar 26.700 krónur um mánaðin.
Taka vit so eitt hampuliga vællønt starvsfólk hjá tí almenna, so kemur tað lættliga upp á tað dupulta um mánaðin. Taka vit eitt løgtingsfólk, so er grundlønin slakar 49.000 krónur + ymsar snøklar og ískoyti.
Siga vit so, at semja er um ein lønarvøkstur – sum í fjør á privata arbeiðsmarknaðinum – upp á 13 prosent tilsamans í sáttmálaskeiðinum, so fær ein arbeiðsamaður ella ein arbeiðskvinna einar 3.400 krónur oman á eina fulla mánaðarløn við eini slíkari hækking. Eitt løgtingsfólk 6.300 oman á lønina, almenna starvsfólk við 50.000 í mánaðarløn fær 6.500 krónur oman á lønina. Eitt landsstýrisfólk fær 11.200 krónur oman á lønina, og løgmaður fær 13.221 krónur oman á mánaðarlønina.
Tað sigur seg sjálvt, at hetta økir um lønarmunin. Hann veksur á hvørjum ári, tá prosentini tikka oman á lønirnar.
Um vilji var til tess, so var øll lønarhækking gjørd í krónum. So kundu vit kjakast um, hvørt øll skuldu havt sama krónutal oman á lønina, tað kunnu vera orsøkir til, at munur skal vera. Men tað skal valdast. Tað gevur onga meining at økja lønargjónna soleiðis, sum vit gera í dag. Hví er tað soleiðis, tá vit eru samd um, at tað er órímuligt?
Jú sum altíð, so er tað ein spurningur um vilja – og ikki minst um, hvussu ríkur tann er, sum bestemmar í hesum føri. Og tað er so í øllum førum ikki tann láglønti!