SKOTLAND
Tað gongst ikki væl. Hvørki hjá Partick Thistle ella hjá Jákupi Mikkelsen. Eftir at tað ikki hevði eydnast at fingið fult í nakrari av teimum fyrstu fimm royndunum, hevði venjarin hjá Partick Thistle, Gerry Collins, valt at gera onkrar broytingar undan heimadystinum ímóti Dundee United, sum heldur ikki hevði vunnið í fimm teimum fyrstu umførunum.
Ein av broytingunum var, at gamli málverjin, Kenny Arthur, sum var skaddur, tá ið Jákup Mikkelsen varð keyptur til felagið, men sum langt síðani er komin fyri seg, aftur fekk høvi at royna seg. Venjarin hevur seinastu vikurnar sagt, at um Jákup ikki hvørja ferð spælir upp til sítt besta, so fer gamli málverjin at fáa møguleikan. Jákup hevur ikki hildið seg alla tíðina at hava spælt so væl, sum hann eigur at megna, og hóast hann í øllum dystunum hevur havt nógvar góðar bjargingar, so hevur dómurin hjá summum bløðum í Skotlandi verið eirindarleysur yvir útlendska málverjan.
Ímóti Dundee United hevði Partick Thistle serliga í 1. hálvleiki greiða yvirvág, og teir komu til nógvar møguleikar í ikki serliga væl spældari uppgerð. Men Dundee málverjin var stinnur og bjargaði fleiri ferðir heilt væl, og í øðrum støðum vóru heimamenninir ikki nóg avgjørdir og neyvir, tá ið teir royndu seg.
Partick Thistle málverjin var mest sum arbeiðsleysur, Mótstøðumenninir vóru ikki so ofta frammanfyri málinum hjá Kenny Arthur. Teimum eydnaðist kortini at fáa tvey mál, men skotsku miðlarnir geva ikki málverjanum skuldina fyri málini.
Fyrra málið fingu teir, tá ið tað restaðu fimm minuttir av fyrra umfarinum. Eftir horna og stútroynd ímóti málinum var talan um eitt sindur av afturi og fram, áðrenn Charlie Miller smekkaði bóltin í málið.
Í 62. minutti var talan um sama málskjúttan. Eftir uppspæl í høgru og innlegg smekkaði hann til úr tólv metrum, og bólturin sang í netmeskunum uppi í horninum. Partick Thistle hevði roynt at koma afturíaftur, og teir høvdu fleiri góðar støður í sambandi við fríspørk og hornaspørk, men teir megnaðu ikki at gera mál. Tá ið gestirnir høvdu lagt seg framum við tveimum málum, kendist tað sum um, at luftin fór úr heimaliðnum. Partick Thistle er aftast, og teir 4.711 áskoðararnir vóru ikki væl nøgdir. Tað gongur ofta ikki long tíð í útlandinum, áðrenn tað hevur avleiðingar fyri venjaran, um eitt felag ikki vinnur og harvið søkkur ímóti niðurflytingini. Men enn hevur einki verið at hoyrt um, at Gerry Collins fer at fáa sekkin í Partick Thistle.
Henda greinin varð skrivað til blaðið týsdagin, men orsaka av einum kiksara er hon ikki komin í blaðið fyrrenn nú.