Einki skuldi verið okkum kærari enn heim okkara. Heimið, har vit vuksu upp í gleði og sorg í viðgongd og mótgongd. Heimið, har okkara foreldur royndu sítt allarbesta fyri ,at vit børn skuldu koma so væl undan sum gjørligt.?Ongantíð hevur heimið verið undir álopum sum nú. Heimið verður bumbarderað við árini uttanífrá gjøgnum fjølmiðlar, alnótina og ikki at tala um allar siðvenju-niðurbrótandi filmar, hjúnaskilnaðir og tær avleiðingarnar, tað ber við sær …?Heimini, sum fyrr vórðu roknað sum kjarnin í einum samfelag, eru um at hvørva. Benadikt pávi segði stutt aftan á innsetan sína: ”Heimini og familjan máttu verjast og varðveitast fram um alt annað.” ?Vit syngja so yndisliga: ”Heim, heim, kæra heim, nei einki er sum tú, sum tú mítt kæra heim”...”Har kærleikin man ráða” og ”andin frá himli ger lyndi sær líkt.”?Nú stundar aftur til jóla, sum er gleðihátíðin stóra, har abbar, ommur, pápar, mammur, synir og døtur saman við vinum og kenningum kunnu gleðast saman. ?Í seinnu Kongabók kap. 4: 8-37 lesa vit um eitt heim. Elisa profetur og tænari hansara komu ofta fram við Sunem. ”Har búði rík kvinna, sum noyddi hann at eta hjá sær; og hvørja ferð, hann nu kom hesa leið, fór hann inn har og fekk sær at eta.” Hjúnini bæði gjørdu profetinum serstakt kamar, sum kundi vera hansara, tá hann kom framvið. I kamaranum var song, borð, stólur og lampa. Foreldrini áttu eingi børn, men bað profeturin til Gud fyri teimum og signaði Gud hetta heimið og gav teimum ein son. Ein dagin, tá sonurin var farin út á markini til faðir sín, sum var úti hjá teimum, ið skóru akur, gjørdist sonurin sjúkur. Pápin fekk sonin heim til mammu sína. Mamman sat undir honum, inntil hann seirni doyði i fangi hennara. Mamman tók drongin og legði hann í kamar gudsmansins. Mamman bað tænarar sínar gera esil klárt ,so hon kundi fara og finna gudsmannin. Gudsmaðurin, sum sá kvinnuna koma til sín, sá, at mammuni visti ikki væl við, sigur við hana: Veit tær væl við? Veit manni tínum væl við? Veit dronginum væl við???Hvussu veit tykkum foreldur við??Hetta heimið hevði javnan vitjan av einum gudsmanni, men har var einki eyka kamar til hansara. Hjúnini avráddu tí, at gera honum eitt serstakt kamar, sum kundi vera hansara. Nú tað stundar til jóla, kemur Harrin Jesus ofta framvið i heimum okkara. Hann vitjar heimini gjøgnum vakran jólasang, jólakonsertir, gudstænastur, møtir, persónar, bøkur og heilsanir. Lætt er í hesi strongdu og resutu jólatíð bert, at lata Hann koma framvið, og so gloyma alt um Hann. Alt tað glæsiliga og marglætisliga tekur vald á okkum og Hann, sum kom framvið, fær einki kamar, sum Hann kundi kalla sítt.?Nevndu hjún gjørdu gudsmanninum serstakt kamar til í lívi og heimi teirra, og tað er júst tað, Harrin Jesus ynskir. Hann ynskir, at vit øll, tú og eg, bjóða Honum inn, at Hann fær fastan bústað í heimi og lívi okkara. ?Í Lukkasar evangelium kapittul 10 lesa vit um Martu, systir Mariu og Lazarus, at hon ”tók ímóti Honum í húsi sínum” Henda innbjóðing hevði ovurstóra signing fyri hennara heim. Størsta ynski Harrans Jesusar fyri øllum heimum er, at Hann kann siga tað sama við foreldur, pápar og mammur, sum Hann segði við Zakeus í nevnda evangelium, kapittul 19 ”Í dag skal eg vera til hús hjá tær.” Vit lesa at Zakeus: ”tók ímóti Honum við gleði”.?Góðu foreldur, hvussu veit tykkum við? Hava tit tikið ímóti Harranum Jesusi og givið Honum fastan bústað í lívi og heimi tykkkara við gleði.
Hvussu veit heimum okkara við??Í kamari gudsmansins kunnu vit siga, at har var ein ávís skipan. Har var song, stólur, borð og lampa, har var møguleiki til hvíld, lesnað, arbeiði og ljós.?Mong heim í dag mangla eina ávísa skipan. Tað er umráðandi, at ungdómur og børn, sum eru heima, læra, at hava eina ávísa skipan, at lesa, at arbeiða – hjálpa til, fáa uppgávur, fáa neyðuga hvíld. Og so framvegis. Børn mugu fáa mørk ikki sum nøkur hóttan, men sum verju. Eitt heim, sum hevur ávísa skipan og verju, gevur børnum og ungum tryggleika, trivna, trúfesti og gleði. ?Tríggjar meginreglur áttu at eyðkent eitt heim. ?Vit hoyra mangan í dag, at børn og ungdomur ikki dámar og ikki tímir tað og tað.?Meginreglan er fyrst og fremst ikki, hvat einum dámar og tímir, men hvat, ið er neyðugt og rætt. Tó, tað er nógvur ungdómur og børn, sum hava lært at dáma og tíma tað, sum er neyðugt og rætt.??Fyrsta meginreglan, at læra?Hvat læra vit børn okkara? Fyrsta ábyrgd foreldranna er at læra komandi ættaliðum um Harran Jesus. Bíblian sigur um Timoteus: ”Tú kennir frá barni av hinar heilagu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus”. Eisini sigur Bíblian: ”Lær hin unga leiðina, ið hann skal ganga! So víkur hann ikki av henni, heldur ikki, tá ið hann verður gamal. Orðatakið sigur: ”Lærdómur (hin rætti lærdómurin) er lættur at bera,” og ”Tað ein ungur nemur, hann gamal fremur.” ?Jú, tað er sera týdningarmikið at komandi ættarlið verða lærd tað, sum er neyðugt og rætt. Yvirskrift í grein ljóðaði soleiðis: ”Tað er i lagi at háða politikarar fyri teirra trúgv.”?Men Biblian lærir týðiliga og greitt júst tað øvuta, at vit eiga á ongan hátt, ongan at ”háða”, ongan at ”spotta”og ongan at ”vanvirða”. Tað er ein neyðug og røtt meginregla at læra.??Onnur meginreglan, at leiða?Eitt er at læra komandi ættarlið, annað er hvussu tað verður ført út í lívið??Tað eru fjølbroyttir og mangir hættir, hvussu tað kann gerast. Her verður bert víst til meginregluna. ?Bíblian sigur í fyrru Samuelsbók um foreldrini Elkana og Hannu, at tey saman vitjaðu hús Guds, tá sonur teirra Samuel var vandur av brósti. Góðu foreldur, leiði børn tykkara at hoyra Guds Orð til møtini til sunnudagsskularnar. Takið í smáu hendur teirra og leiði tey hin góða og rætta vegin. Tey ungu og børnini hvørki dáma ella tíma tað altíð so væl. Bíblian sigur: ”Hvussu skal hin ungi halda veg sín reinan? Við at halda seg eftir orði Tínum.”?Góðu foreldur, leiði ungdómin og børnini við skynsemi, miðvíst og við kærleika tann neyðuga og rætta vegin..??Triðja meginreglan, at venja?Hvussu skapa foreldur, ommur og abbar, lærarar og onnur, sum vara av ungdómi og børnum okkara rættan hugburð og tað, sum er neyðugt og rætt? Bert at verða lærdur, bert at verða leiddur, er ikki nóg mikið at skapa rættan hugburð. Lítið hjálpir einum fótbóltsleikara, bert at sita í frálærurúminum og so venja, tá tað tykist best ella tá ein tímir og dámar tað. Venjing og aftur venjing skapar førleika og karakter. Venjing skapar styrki og neyvleika.. ?Tað stendur um Harran Jesus:?Tá Hann var 8 dagar gamal, fóru foreldrini í templið við Honum.?Tá Hann var 12 ára gamal, vóru tey við Honum í templið, tí har átti hann at vera.?Tá Hann var 30 ára gamal, fór Hann, sum Hann var vanur inn í synagoguna. ?Jesus var bæði lærdur, leiddur og vandur. Í Hansara føri var ikki talan um at tíma ella at dáma, nei, tí tað var neyðugt og rætt.
?Góðu foreldur, venji við skynsemi, trúfesti og kærleikla ungdómin og børnini.?Fyrst av øllum tí tað er neyðugt og rætt.?Heimskendi danski landslið- og Manchester Unitedmálmaðurin í nógv ár segði, tá hann var spurdur, hvussu honum dámdi yrki sitt: ”Harðari, eg venji, betur tími og dámar mær.” Danskt orðatak sigur: ”Øvelse gør mester”?Hvussu veit tínum og mínum heimið við? Hevur Harrin Jesus fastan bústað í lívi og heimi okkara. Er ein ávís góð skipan, trivnaður, tryggleiki, trúfesti, kærleiki og gleði í okkara heimum, nú tað stundar til jóla???Hvussu veit sonum og døtrum okkara við?Einki heim sleppur undan trupulleikum, hóast væl er lært, leitt og vant. Soleiðis var eisini í omanfyri nevnda heimi. Trupulleikarnir kunnu verða so ómetaliga nógvir: Kuldi, kærleiksloysi, líkasæla, sjalvsøkni, harðskapur, baktal, svørjan, sálartrýst, kensluloysi, rúsrekka, stoffir, ólýdni, kynslív, siðloysi, fráfall og so framvegis.?Ofta verður i almennum høpi nevnt, at tað eru umstøðurnar, lógirnar, løgreglan, myndugleikarnir, og skúlarnir og ymsu stovnarnir annars, ið hava skuldina av tí og tí. Óansæð, hvat umstøðurnar annars hava skyld í, tekur tað ikki ábyrgdina frá foreldrunum at læra, leiða og venja ungdómin og børnini tað, sum neyðugt og rætt er t.d. vera foreldrunum lýðin, virða og elska tey, virða tey eldru, virða land og tess lógir, biðja fyri øllum myndugleikunum og virða teir, elska og virða næsta okkara, gera øllum gott og einki ilt.?Tíanverri er tað mangan so í hesum strævnu, strongdu og resutu jólatíðum og øðrum tíðum eins væl, at vit gloyma tað, sum er neyðugt og rætt. Vit gera ikki sum kvinnan i tekstinum gjørdi. Hon fór við syni sínum innar í kamar Gudsmansins. Hon vildi finna gudsmannin. Kæru foreldur, tit kanska byrjaðu væl, Jesus við orði sínum hevði fastan bústað hjá tykkum, og tit hildu trúliga fast við Orð Guds, samfelagi, breyðbrótingina og bønirnar. Men so kom okkurt inn, sum broytti hjarta og sinn, og alt broyttist. Latið okkum av nýggjum venda okkum til Harran og kasta alla sorg okkara á Harran, tí Hann hevur umsorgan fyri okkum. Latið okkum byrja av nýggjum. Tað, sum farið er, fáa vit einki gjørt við.?Mangan hevur verið sagt, biðið fyri ungdóminum og børnunum, og tað eiga vit at gera. Men latið okkum fram um alt biðja fyri foreldrunum, tí so vinna vit báðar partar.??Hvussu veit heimunum og familjunum við??Múgvandi kvinnan úr Sunem gjørdi tað, sum neyðugt og rætt var, hon fór innar í kamar gudsmansins við soninum. Hon leitaði gudsmannin upp. Á undurfullan hátt greip hjálp gudsmansins inn, og tað broytti heim teirra frá sorg og líðing aftur til gleði, trivna og kærleika. ?Góðu foreldur, ung og børn: ”Hvussu veit heimið tykkara við?” Hava tit givið Jesusi fastan bústað í lívi tykkara? Hevur Hann fingið loyvi at skapa ávís skipað viðurskifti í heimi tykkara? Hava tit borið synir og døturnar inn i kamar Jesusar? Hava tit leitað eftir Harranum Jesusi. Skriftin sigur: ”Leitið, so skulu tit finna!” “Tann, ið leitar, finnur...”. ?Góðu foreldur, hvussu verða ungdómurin og børnini lærd, leidd og vand upp í tí, sum er neyðugt og rætt og ikki einans tað, tey tíma og dáma.?Latið okkum við hjálp Harrans varðveita og verja heim okkara, tí einki er, sum tú mítt kæra heim. Latið okkum sum ganga undan vera rættar fyrimyndir: Heiðurlig, erlig, álítandi, eyðmjúk og kærleiksfull. Ein høvuðsorsøkin, hvussu ungdómur, børn og hugburður teirra verður, vil koma frá heimum okkara.?Sagt er, at ungdómurin er framtíðin – tó, tað er ikki allur sannleikin – Vit sum ganga undan vera altíð tey ,sum skapa og eiga framtiðina, meðan komandi ættarliðini heysta avleiðingarnar av tí, sum vit hava lært, leitt og vant. Vónandi var tað tað, sum var neyðugt og rætt. ?Hvussu veit heimi tínum við?
Eini gleðilig jól og eitt av Harranum signa nýggjar ynskist øllum landsmonnum mínum.?