Jólahýrur í Lítluvík

- Í Smiðjuni í Lítluvík ber til at keypa jólaprýði og gávulutir, tú ikki fært hendur á aðra staðni. Brúkararnir á Verkstaðnum Vón hava arbeitt meginpartin av árinum við jólasøluni.

Í hesum døgum kunnu fólk støkka inn á gólvið í Smiðjuni í Lítluvík at keypa jólaprýði, gávulutir og mangt annað. Tað er Verkstaðið Vón, ið stílar fyri. Sølan byrjaði hósdagin í farnu viku og hon heldur fram til og við mikudagin kl. 16.00.

Nógv fólk hava verið inni á gólvinum, serliga tann dagin jólasølan byrjaði, men eisini um vikuskiftið hevur nógv verið at gera.

Tað eru brúkararnir á ymsu deildunum á Verkstaðnum Vón, ið hava gjørt lutirnar, serliga seymideildin og ítrivsdeildin, men pappírsdeildin og timburdeildin eiga eisini sín lut í.

- Vit eru væl nøgd við søluna, tá ið vit hugsa um, at tað eru so nógv onnur, sum eisini gera jólaprýði og selja. Tað er ringt at kappast við hini, men tað sum vit gera fæst onga aðra staðni. Alt er hondgjørt. Inntøkan av søluni røkkur til tilfarið sum er brúkt, ikki stórt meiri enn tað. At vit skipa fyri hesum er fyri at hava nakað at bjóða brúkarunum, sigur Hedvig Reinert Davidsen, sum saman við Aimy Djurhuus og Margretu Petersen hava skipað fyri jólasøluni í neyvum samstarvi við onnur góð fólk av verkstaðnum.


Jól alt árið

Arbeiðið at gera jólaprýði og gávulutir í sambandi við jólini byrjar longu beint eftir ársskiftið.

- Vit brúka vanliga januar og februar til jólaprýði og so fara vit undir at gera okkurt til páskirnar. Tá ið tað er liðugt eru jólini aftur á skránni og eftir summarsteðgin tekur tað dik á seg, sigur Hedvig Reinert Davidsen.

Hesar dagarnar Verkstaðið Vón selur í Lítluvík ber eisini til at keypa ein heitan kaffimunn og vaflur. Umhvørvið í Lítluvík er sera hugnaligt, nærum jólaligt, men Hedvig Reinert Davidsen roknar við, at hetta er seinastu ferð, at tey hava jólasølu í Smiðjuni.

- Smiðjan er í hjartanum í býnum, tað er lætt hjá fólki at støkka inn á gólvið og her er sera hugnaligt. Men nú Verkstaðið er bygt upp aftur rokni eg við, at vit framyvir fara at selja har.

Starvsfólkini og brúkararnir eru sera væl nøgdir við bygningin, sum er endurreistur eftir stóra eldsbrunan fyri góðum tveimum árum síðani.

- Hann er sera arbeiðsligur, har er ljóst og gott at vera og brúkararnir eru eisini væl nøgdir við húsið, sigur Hedvig Reinert Davidsen at enda.