Jólahugni í Fuglafirði

Nú leygardagin 4.des. kl.10.00 byrjar jólasølan hjá Heimavirkisfelagnum í Fuglafirði.

Piddasahandil er á tremur við góðum jólagávuhugskotum. Her finnur tú heimavirkaðar prýðis- og brúkslutir av alskyns slag - alt frá fjálgum pløggum til fløgur og súltutoy.
Á "Kafé- kontórinum" í erva fæst allan dagin ein góður koppur av kaffi ella te við onkrum leskiligum afturvið, og sjálvandi er eisini eitt "jólapakka-tombola" á skránni.
Um middagsleitið verður tónleikur at hoyra í Ribarhúsi - Niels og Helgi Midjord syngja og spæla nøkur løg, og sangbólkurin Salt fer at framføra sangir av síni nýggju fløgu.
Henda leygardagin, 4. des., hava vit opið heilt til kl. 18.00. Sunnudagin 5. des. hevur Piddasahandil opið millum 16.00 og 18.00, í samband við at ein listaframsýning letur upp í Ribarhúsi.
Jólasølan heldur fram líka til jóla. Opið er hvønn dag frá kl. 15.00, tó leygardag frá kl. 11.00.

Verið hjartaliga vælkomin inn í tað hugnaliga og gamla "jólahúsið" mitt í býnum í Fuglafirði