Jólakonsert við Eivør Pálsdóttir


 

Í desember mánaða skipar Eivør Pálsdóttir fyri tveimum Jólakonsertum.

Hetta er fyrstu ferð at Eivør leggur eina kirkjukonsert til rættis, og

hevur hon í longri tíð arbeitt við hesum.

Felagskórið Gøta/Leirvík, sum Eivør byrjaði at syngja í, verður eisini við.

Umframt kórið verða eisini aðrir tónleikara við, teir eru Stamen Stanshew, Búi Dam og Brandur Jacobsen. Unn Pæturson luttekur sum gestasangari og skulu tær syngja eitthvørt saman. Sangir sum Pie Jesu og Lover nú Herren ? tann seinni í nýggjari tulking.

Onki er at ivast í, at hetta verður ein góð, spennandi og gevandi konsert, sum er verd eina vitjan.

Konsertirnar verða í Gøtu kirkju tann 13. desembr og í Vesturkirkjuni tann 14. desember ? báðar dagarnar kl. 20.00.

Eivør vil við hesum takka øllum, sum á ymsan hátt hava stuðlað hesum tiltaki.