Frits Johannesen
-------------------
Advent kemur av tí latínska orðinum, adventus, ið merkir koma, ella hann kemur. Tá ið onkur kemur t. d. á gátt, sum tú ikki væntaði at koma, verður sagt: “Deyðin vardi meg, men at síggja teg, tað vardi meg ikki!” Hetta er ein løgin samanbering við deyðan og tann, sum kemur við sítt fríska lív inn um dyrnar. Ja, er tað ein, sum liggur og dregur, so vita vit, hvønn veg tað ber, men ofta siga vit, tá ið ein doyr brádliga: “Tað vardi meg ikki.”
Pride
Ein týsdag upp undir jól 1960, sum var ein illveðursdagur, varð bankað upp á dyrnar hjá okkum á Bakkanum í Fuglafirði. Tað var nógvur vindur av norði við kava og ringum kavaælingi. Pride – Britton´s Pride, silgdi hvønn týsdag leiðina norðurum, men hendan óveðursdag kom hann bert til Fuglafjarðar, tí veðrið var so ófantaligt, at tað var ikki klívandi norðurum. Bilurin hjá Pól Andrias Vørðhamar – tann grái Chevroletturin, var á kaiini og tók ímóti vøru, sum varð skipað upp. Torstein Eliasen og Poul Andrias Vørðhamar plagdu at vera teir, sum lossaðu og fingu vøruna til sættis. Sum sagt, gingu nøkur frek æl, og meðan ælini gingu, sást ikki húsanna millum. Lætt var at fáa góðsi upp og til høldar, men okkurt ferðafólk, sum var komið upp í árini, var kanska verri at fáa upp á land og so undir tak. Tað var eingin neyð við teimum ungu, men ein gomul kona var við, sum skuldi til Oyndarfjarðar, og henni máttu teir góðu menn royna at fáa upp á kaikantin og so til onkran, sum búði næst við.
Hendan týsdag, sum her verður hugsað um, varð pikkað upp á dyrnar hjá okkum á Bakkanum (dygst við kaiina). Tá ið hurðin varð latin upp, stóðu Torstein og Poul Andrias á trappusteininum við einari gamlari damu millum sín. Teir brosaðu um andlitið, stóðu og hildu fast um gomlu damuna, teir høvdu millum sín. Hon var væl fjøggað, undir hatti, tveimum turrikløðum, annað um hattin, hitt um hálsin og brillum. Hon var ikki stór, men heldur lá á vøkstri og hevði “repað seglini”.
“Nú mást tú halda mær til góðar, Hanna lukka, ja ikki røkki eg longur í hesum høgættarveðrinum. Eg veit, at hækkingarættirnar kunnu ikki brúkast norðanfyri, og ikki rann tað mær til hugs, at Pride ikki fór norðurum í dag.”
Tá segði móðir: ” Deyðin vardi meg, men at síggja tygum í dag í hesum illveðrinum, vardi meg ikkI! Verði tygum hjartaliga vælkomin innum!”
Henrietta og Høgne Marius
Hetta var Henrietta Høgnesen úr Oyndarfirði, sum var komin á gátt eins og ein øskulittur vetrarfuglur í myrkabrúnum búna. Henda sjón rennur fram fyri meg mangan, og hoyrdist henda sjaldsama poetiska røddin undan hattinum, turriklæðunum og teimum døggvátu brillunum, sum skygdu í glámlýsinum , íð trein dansin á trappusteininum. Fyligisneytar hennara, Poul Andrias og Torstein, gjørdu skjótt av og settu kuffertið, sum hon hevði við sær, innum, ynsktu gleðilig jól og søgdu farvæl. Henrietta brosaði um alt andlitið, hugdi fram fyri seg og til síðurnar.
“ Takk fyri, Hanna lukka, kanska skuldi eg sagt við Høgna Marius ella Óla á Lakjuni, at eg var komin undir tak !”
“Tað munnu Torstein og Poul Andrias longu hava sagt teimum, at tygum eru komin inn til okkara. Eingin ivi um tað. Og verði tygum hjartaliga vælkomin.”
Høgne Marius var systkinabarn Henriettu. Óli á Lakjuni var giftur við Mariu, dóttir Høgna Marius. Tey búðu Heimi í Gjógvará og Høgne Marius búði ikki so langt frá okkum, men veðrið var alt ov vánaligt at farast kundi Heim í Gjógvará ella niðan à Ovaraveg við so dýrabarum førningi.
Móðir hjálpti henni úr klæðunum og bjóðaði hesari tignarligu kvinnu inn í bestustovu, har ein fløvi var. Tað var eins og ein sigalda av kulturi var komin ínn á Bakkanum hendan dagin, sum seint verður gloymdur.
Henrietta Høgnesen ( !871- 1964) var dóttir Clement Høgnesen (f.1828) úr Oyndarfirði og Maren Malenu Jacobsdatter (f. 1834) úr Biskupsstøð. Høgne Marius var sonur Høgne Høgnesen ( 1836-1872) og Mariu Súsonnu úr Stórustovu. Maria og Clement vóru systkin. Foreldur Høgna Marius doyðu bæði stutt eftir, at hann var føddur ( Úr Oyndarfjarðar søgu blaðsíðu 72, Freydis Poulsen), tí var hann doyptur foreldraleysur. Tey giftust 22. novembur 1871, og Høgne Høgnesen doyði 19. mai árið eftir og 9. august átti Maria Høgna Marius, men kom hon ongantíð fyri seg og doyði 1. sept. sama ár av barsilsfepri. Prestur skuldi siga, at hann hevði ofta doypt móðir- ella faðirloysing, men barn, sum hvørki átti faðir ella móðir, tað hevði hann ongantíð upplivað. Høgne Marius varð uppkallaður eftir foreldrunum og vaks upp inni í Víkum hjá Clement og Marin Malenu, men var eisini nógv á Grundlendi. Sostatt vuksu Henrietta og Høgne Marius upp saman. Høgne Marius búsettist í Fuglafirði og giftist við Jóhannu Susonnu Joensen úr Niðristovu. Kona Óla Jøkladal , Maria, æt eftir ommuni.
Inni í Víkum
Clement og Marin Malena fingu 9 børn , men fleiri av teimum doyðu í bestu árum av bróstsjúku, so hesi stásiligu hús inni í Víkum goyma at mongum sorgardegi eins og gleðisdøgum, men tungt hevur tað verið at komið ígjøgnum løturnar, tá sorgin pikkaði uppá.
Henrietta fór niður til Danmarkar (1907) og arbeiddi í Messuni. Tá ið Sigrid mostir mín fór niður í 1936 at arbeiða, vitjaði hon tíðan Henriettu. Einum sinni spurdi Henrietta hana, hvussu nógv hon fekk í løn? Sigrid segði , at hon fekk umleið 600 kr. um árið.
” Ja, lukku, so fært tú meira enn ein fiskari heima í Føroyum forvinnur um árið!”
Í 1932 keypir Henrietta sethúsini og handilin inni í Víkum. Talan var kanska um at Kjølbro skuldi keypa hesar ognir, men tað vildi Henrietta ikki. Hetta var í 1932, og tá hevði Henrietta verið niðri í 25 ár.
Nú sat hendan sjaldsama kvinna inni í bestustovu á Bakkanum, og høvdu mamma og Henrietta nógv at tosa um, tí báðar vóru ættaðar úr Oyndarfirði. Henrietta var bæði fólkslig, mentað og hevði ein so kærleiksfullan dám yvir sær, sum livdi aftan fyri brillurna undir mildum eygnabrá. Kanska hevði Hans Marius sagt: “Hon sá so adilig út”. Óivað hevði tað verið ov nógv at sagt. Hugsi ikki, at Henriettu hevði líkað hesa útsøgn.
Henrietta kom heimaftur til Oyndarfjarðar eftir kríggið, og tá fór Peter Klein, systirsonurin, at handla inni í Víkum, og tíanverri kom eldur í handilin í 1972 og kolaðist alt upp. Handilin og Víkhúsini vóru ein ímynd av Henriettu. Handilin var svartur við hvítum sprossum og sethúsini vóru myrkt brún, somuleiðis við hvítum sprossavindeygum. Ja, hetta stumma mál, sum hesir bygningar talaðu sína millum, var ikki um floglíkindi, men um farnar dagar, tá ið klippfiskurin ráddi fyri degnum og lá so kriahvítur næstan á hvørji steinpirru úr Støðni inn á Høvdan.
Á Bakkanum í Fuglafirði
Allur tann hvíti klippfiskaliturin spældi sær um kroppin á Henrietta hetta týskvøld, hon var komin um Leirvíksfjørð. Andøvusíðan megnaði ikki at tøla hesari gomlu kvinnu við sínum íðubrotum móti vestfalsbroddinum, meðan Pride kastaðist á ymsar kjálkar um Leirvíksfjørð. Hetta var ikki á fyrsta sinni, at hon fór illveðursdagar t. d. um Fuglafjarðar- ella Leirvíksboðar. Hon fekk ikki sjóverk, og kanska nýtti hon hesa sjóferð, tá ið run var í sjónum at leggja á fjørðin og njóta løtuna í hesum rulli, har skip og manning gjørdu sítt besta, at Henrietta hevði tað so gott sum gjørligt.
Nú var ikki sjóvarilska um hana, meðan hon sat í sofuni og greiddi frá um tilveruna inni í Víkum og í Keypmannahavn. Gott bakilsi var á borðinum, og tedussurin osaði um andlit hennara sum góður neytakonumuður. Hon maktaði bollarnar, ið mamma hevði bakað. Hon var ein “kultivera” dama, sum visti, hvussu ein skuldi halda um tekoppin við lítlafingri eitt sindur útfrá, bíta í bollan so muðurin bleiv eitt sindur spískur og varrarnar rulkaðust eitt lítið sindur. Ikki at tala um, tá ið koppurin leitaði sær upp til varrakantin. Tá hevði ávirkanin uttaneftir sett sín dám á hennara verumát og hugsast kann , at árini frá døgum hennara i Messuni, minti ikki so sørt um tær fínu damurnar í West End í London, tá ið tær høvdu Tea Time, sótu og viðgjørdu daglig viðurskifti bæði úti og heima. Lítlifingur var eitt sindur útfrá í leysum lofti. Henrietta dugdi eisini at seta seg á bríkina hjá t. d. Dunga Oluffu og skifta orð við hana um farnar dagar í Oyndfjarðartúni, familjuskap og okkurt smáttskorið úr hvøndagslívinum, men hon hevði ein øðrvísi mentanarligan dám yvir sær enn Dunga Oluffa.
Georges de La Tour og Rembrandt
Adventskerturnar á borðinum kastaðu sítt ljós á ennið á Henriettu, sum gjørdi hana so livandi og guddómsríka, at hon kundi verið tikin úr onkrum málningi hjá barokkmálarinum Georges de La Tour(1593–1652) t. d. tí nýfødda Jesusbarninum.
Maria moy var ikki merkt av tí stravna lívinum, men hon sat og hugdi at Jesusbarninum við endurskininum frá kertuni, sum hondin frá kvinnuni, ið sat tætt hjá, kastaðist á tann nýfødda. Ljósið frá Jesusbarninum speglaðist aftur í andlitinum á mammuni.
Ì bestustovunu á Bakkanum vóru tað teir nýbakaðu bollarnir, ið kastaðu ljós á andlitið og hendurnar á Henriettu. Farið var um triðja sunnudag í advent, so tað vóru tríggjar kertur, ið kappaðust um at kveikja lív í bollar og okkum, sum sótu kring tað lága borðið í stovuni. Eingin fær meg at siga, at bollarnir vóru halgaðir av hesum kertum, men ljósið var tað sama, sum í myndini hjá Georges de La Tour. Henrietta bleiv við at tosa um teir deiligu bollar og bað mammu siga sær uppskriftina. Jú, hon fekk uppskriftina.
“ Ja, lukka, so góðar bollar havi eg ongantíð áður fingið.” Hon helt, at hon fór at royna at baka hesar bollar til jóla.
Henrietta livdi í kertiljósinum. Eins og Maria var hon ein opinbering í hesum adventljósi. Upp ímillum sat hon og knuggaði eitt lítið vet og lat bara kvirruna tala. Hon var nógv meira livandi enn Maria Moy. Hon hevði livað eitt heilt lív og visti um fragdar - og feigdardagar at siga frá heilt ungum árum av. Rukkurnar á andlitinum høvdu sít festi í hesum bylgjandi ljósi. Hennara lívskerta var brunnin so langt niður , at ikki um so langa tíð fór hon at slokna og veikurin at leggja seg til hvíldar í tí lítlu flóðini, sum var um veikin í kertistubbanum.
Løtan hendan dag stendur í huganum sum ein heilag stund við góðum práti og angandi bollum. Alt fær sín enda, og hesin dagur legði seg til hvíldar í einum køldum gjali úr Skarðinum og guvum, sum tóku kvørkrartak um húsahornini. Henrietta svav í bestustovu, har ein fløvi var alla náttina.
Tá ið vit vóru løgst og friður var komin yvir lonina, lást tú og lurtaði eftir vindunum, sum rein og hvein um vindskeiðir, takskegg og skjøldrar . Onkur seyður fór jarmandi heim eftir vegnum, hvarv í guvuroki og glamlýsinum frá gøtulyktini dygst við smiðjuna. Tað gjørdist longri millum hvirlurnar, men knappliga hoyrdist onkur koma skavandi upp trappurnar. Móðir fór út á gongsloftið og tendraði. Nú er tað Henrietta, sum kemur so tungan upp ígjøgnum gongstrappurnar. Mamma heldur fyri:
” Hvat bagir, Henrietta, er nakað, sum bilar tygum?”
“ Nei, lukka! Tað var handan uppskriftin til bollarnar. Hvussu var tað, hon var?”
Har stóðu tær í náttklæðum, oyndfjarðadamurnar – onnur úr Ansastovu, onnur úr Víkum og umrøddu uppskriftina til “jólabollarnar” á stummari nátt. Mamma greiddi Henriettu frá um uppskriftina næstan í bíbilskum vendingum, um hesa jólaligu boðannar uppskrift.
“Nei, eg hugsaði um, at lata nakrar rosinur niður í teir, so teir blivu eitt sindur meira jólaligir og livandi. Tað er eins og bollarnir høvdu fingið eygu, sum tey glampandi eyguni á Jesus- barninum í krubbuni. Ja, Hanna, lukka. Hvat halda tygum um tað?”
“ Jú, sjálvandi kunnu tygum tað.”
“ Tað var gott, lukka, ja, so veit eg tað.”
Henrietta stóð har sum jødabrúðurin í málningi Rembrandts frá 1667. Hennara náttarbúni, hóast ikki gyltur reyður, so var hann eins trivaligur sum hjá Jødabrúðrini og læt ljós av sær til vegg og trappur. Eg kagaði út á loftstrappurnar og sá hesa sjón. Hennara náttkjóli lá sum pollamjørki yvir trappunum, og móðir stóð sum eingilin, Gabriel, ovast uppi. Henrietta gav seg varliga “omanaftur” og fór sína leið inn í
bestustovu sum ein skadda ein góðveðursdag á hásumri yvir firðir og sund. Hetta var sjón fyri eygað. Eitt ævintýr, sum tíðan rennur fram fyri meg, og er Henriett goymd og ikki gloymd í hesum támi.
Endi
Henrietta fekk heiðursgávu fyri trúfasta tænastu handaða frá Fríðriki kongi 1963 í Oyndarfirði. Tá kom kongur upp eftir teimum hvítu trappunum inn í Víkhúsini, hábærsligur og smílandi. Henrietta stóð har eitt sindur smoykin og lítillátin, men við somu tign sum altíð, tí góðlynta smílinum og brosandi eygunum undan brillunum. Tá ið Henrietta fekk handað heiðursmerkið, segði hon: ” Drømmer jeg, eller er det virkelighed?” Tá svaraði kongur: ”Nej, frøken, dette er virkelighed!” Hesi orð eru í teimum hvítu trappunum, sum enn boða frá einari farnari tí, har tign og mæti livdi í teimum nosligu trapputrinunum og handfanginum, har Fríðrikur kongur, Ingrid drotning og prinsessurnar hava síni fingramerki.
----------
Kelda: ùr minninum(Frits)
Ùr Oyndarfjarðar søgu: Freydis Poulsen
Frits