Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út myndabókina Ein jólasøga og smábarnabókina Flekk fer á skattaveiðu
Flekk fer á skattaveiðu er smábarnabók, væl egnað til tey heilt smáu. Eric Hill hevur skrivað og Eyðna Magnussen hevur týtt.
Pápi Flekk finnur upp á eitt nýtt og stuttligt spæl. Hygg undir klaffarnar í bókini og hjálp Flekki og vinum hansara at leita eftir krógvaðum lutum og at loysa gáturnar. - Kanska gerst tú eisini bilsin at enda.
Flekk fer á skattaveiði kostar kr. 85 í bókabúðunum.
Ein jólasøga er myndabók, sum er vælegnað til tey 3-4 ára gomlu. Heather Amery og Stephen Cartwright hava skrivað og teknað. Anna Maria Reinert Jensen týddi úr enskum.
Í bókini eru fýra putlispøl. Putlispølini eru myndir til fittu søguna um Elisabet og Edvard, sum halda jól.
Ein jólasøga kostar kr. 80 í bókabúðunum.