Jólasøla á Tvøroyri

Opið verður ímillum klokkan 14 og 19 leygardagin

Leygardagin verður jólasøla á Tvøroyri, har ið alt møguligt verður at fáa.

Jólasølan, ella marknaðardagurin verður í Ítróttarhøllini í Tvøroyri og tað er Suðuroyar Kunningarstova, sum skipar fyri. Opið er frá klokkan 14 til 19.


15 sølubúðir

Á marknaðardegnum verður alt møguligt at fáa til keyps.

15 sølubúðir verða í ítróttarhøllini hendan dagin, bæði handlar og einstaklingar. Teir flestu seljararnir eru úr Suðuroynni, men eisini nakrir aðrastaðni frá.

Beinta Bærentsen Strøm fer at selja ymsar hondgjørdar lutir og Elsy Joensen fer at selja heimagjørt jólapynt. Aðrir seljarar eru Torgerð Suðuroy, Lena Jensen ið eisini selur ymiskt hondgjørt, Áki Dimon fer at selja ymisk sløg av breyði, Gávubúðin hjá Sigrun Albinus og Bindibúðin í SMS, Steinstovan í Vági, Norð Fasion, Sonja Design og Blómubúðin hjá Karl Øster eru aðrir seljarar. Verkstaðið á Bakka í Vági fer at selja ymiskt, sum arbeiðsfólkið har hevur gjørt, Helena Mikkelsen úr Vági fer at selja turrikløð og fyrrikløð til føroysk klæðir.

Harumframt fer Tvøroyrar svimjifelag at hava mattombola og loppumarknað og ein studentaskúlaflokkur í Miðnámsskúlanum í Suðuroy fer at hava kakutombola.


Undirhald

Men tað verður ymiskt undirhald.

M.a. fara fimm ungar tvøradámur fara at hava eina Spice-girls framførslu einaferð seinnapartin. Men okkurt annað verður eisini, sum ikki er heilt greitt enn.

Okkurt fæst eisini undir tonnina. Borð eru sett upp inni í ítróttarhøllini, har ið fólk kunnu sita við einum drekkamunni, sum fæst úr matstovuni í høllini.


?Aki?