Jólamenninir gleða seg nógv til aftur at vera í Havn. Teir er at kalla lidnir við allar jólagávurnar, so nú er bara eftir hjá teimum smáu vættrunum at pakka tær seinastu inn.Tí kunnu teir nú taka sær av løttum nakrar tímar.
Jólamenn í Vágsbotni
Jólamaðurin, sum tendraði jólatræið í Havn, hevur sagt teimum, hvussu vakurt alt er. Hann hevði eitt einastandandi útsýni frá stigabilinum og sá stjørnurnar og tey reyðu hjørtini og ikki at gloyma øll tey fittu børnini, sum hann heilsaði uppá.
Frá jólamanshellunum uppi á Kirkjubøreyni og úti í Nólsoy síggja teir ikki bara Havnina, men næstan allar Føroyar.
Jólamaðurin hevur bjóðað beiggjunum hjá sær og onkrum systkinabarni við jólaskipinum, so teir eisini fáa heilsað uppá fólkini í Havn, bæði ung og gomul, og munnu vit ikki eisini fara at síggja teir koma oman í býin at lurta eftir øllum tónleikinum, sum verður hvønn dag fram til jóla? Verða teir svangir og tystir, so eru nógv ungfólk í gongugøtuni og selja kakao, gløgg, bollar og vaflur.
Jólahúsið í Grasagarði
Jólahúsið í Grasagarði er pyntað og gjørt til at hýsa móðum jólamonnum. Tað verður eisini sjónleikur í Grasagarði, so teir fara ikki at keða seg. Mikudagin hava teir lænt nøkur ross, so teir kunnu vitja niðri á Kongabrúnni eisini.
Jú, her er hugnaligt í Havn, og úr miðbýnum fara vit at bjóða øllum vælkomnum. Vit vóna, at tit fáa eina hugnaliga løtu saman við okkum og tíð at steðga á, heilsa uppá vinir og kenningar og kenna jólagleðina og jólafriðin fella yvir okkum.
Gleðilig jól.
eys