Tað verður nógv tosað og skrivað um menn sum Toda Jónsson, Jákup Mikkelsen og Julian Johnsson, sum allir hava tað til felags, at teir eru sáttmálabundnir at teirra fótbóltsfeløgum.
Og aðrir, sum spæla fótbólt á høgum stigi uttanlands, eru Jan Allan Müller, Uni Arge og Jens Martin Knudsen.
Ein maður, vit ikki hava hoyrt so nógv um, er Jón Johannesen av Tvøroyri. Hann hevur búð í Danmark seinastu árini og hevur bert verið heima í summarfrítíðini, har hann hevur spælt við barndómsfelagnum TB ? soleiðis eisini í ár, tá hann spældi heimadystin móti NSÍ og útidystin móti GÍ í endanum av fyrru kappingarhálvu.
Fyri tveimum mánaðum síðani kom Jón Johannesen so eitt stig longri, tá hann skrivaði sáttmála við Glostrup IF 32, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark.
? Eg havi spælt fótbólt allatíðina, meðan eg havi verið niðri, men tað hevur ikki verið so stórur álvari í, sum tað er nú, sigur Jón Johannesen við Sosialin.
Hann greiðir frá, at hann fyrr hevur spælt við Holbæk, har Frank Skytte var venjari. Hesin Frank Skytte hevur eisini verið venjari hjá TB, fyrst í 1982 og so aftur í 1995, so hann kendi Jón frá fyrr av.
Fyri ikki so langari tíð síðani bleiv Frank Skytte so venjari hjá Glostrup IF 32, og eitt tað fyrsta hann gjørdi, var at fáa Jón Johannesen til felagið.
? Hetta er so 1. deild, sum er næstbesta deildin í Danmark, og eg veit ikki hvat tað kann blíva til, sigur Jón Johannesen og leggur afturat, at fótbólturin nú fyllir ein rættiliga stóran part í lívinum hjá honum.
? Men man skal royna at vera realistiskur, og eg eri jú 30 ára gamal. Var eg 20 í dag, hevði eg gingið 100 prosent inn fyri tí og roynt at komið enn hægri, men eg havi bæði familju og arbeiði, sigur Jón, ið arbeiðir sum lærari.
Kappast við Brøndby
Glostrup IF 32 liggur í Keypmannahavn, bert fimm til tíggju minuttir frá Brøndby. Jón Johannesen sigur eisini, at har á leið er Brøndby sum vera man tað heilt stóra felagið, meðan hini meira standa í skugganum av danska stórfelagnum. Men Glostrup er so nummar tvey har á leiðini, og felagið hevur eisini ambitiónir um at koma enn hægri.
? Jú, felagið stílar frameftir. Teir hava skift nógv fólk út nú í vetrarsteðginum. Tað eru bert 11 eftir av teimum, sum byrjaðu kappingina, og 17 nýggir eru komnir. Hópurin skal so skerast niður til 20 mans, tá kappingin byrjar aftur í vár, greiðir Jón frá.
Sjálvur skuldi hann verið tryggur, tí annars er lítið endamál hjá felagnum í at skriva sáttmála við hann. Tað eru ikki allir spælararnir, sum eru sáttmálabundnir, og felagið eigur ikki alt ov nógvar pengar at taka av.
Klárur til landsliðið
Vetrarsteðgur er í donsku landskappingini, og feløgini eru júst farin undir venjingina aftur. Glostrup IF 32, sum liggur í niðaru helvt av 1. deild, byrjaði venjingina aftur í síðstu viku, og teir venja fimm ferðir um vikuna ? mánadag, týsdag, hósdag, fríggjadag og leygardag. Mikudagur er frídagur.
? Tað er hart, og í summar hevði eg bert tríggjar vikur frí. Fótbóltur er ikki mítt livibreyð, og eg eri eisini fegin um mítt arbeiði sum lærari, sum eg helst vil halda fram við, sigur tvørámaðurin, sum ? higartil ? hevur tveir A-landsdystir á baki: Heima móti Ísrael í 1992 og móti Noregi á Svangaskarði árið eftir.
Tað er eftirhondini langt síðani, og Jón hevur ikki verið landsliðsaktuellur sum eitt nú yngri beiggi hansara Óli, sum í nøkur ár hevur verið ein av álitisspælarunum hjá Allani Simonsen (báðir landsdystirnir hjá Jón vóru, meðan Páll Guðlaugsson var venjari).
? Tað er ikki nakað, eg havi hugsað so nógv um, men um teir ringja, so eri eg klárur, sigur Jón Johannesen at enda.