Jón Mørkøre hevur nýligani givið sín fyrsta sang út, kallaður “Time Alone”. Kanska tú hevur hoyrt sangin í sendingini Kvørnin, har sangurin var ígjøgnum “nálareygað” og fekk sera góð ummæli. Annars verður hann at hoyra á Rás2, og eisini kann hann heilt skjótt takast niður á Spotify og iTunes.
Spælararnir á sanginum eru :
Jón Mørkøre - Sang/guitar
Torkil Mørkøre - Klaver
Páll Sólstein - Valdhorn
Allar upptøkurnar eru gjørdar í Studio Mike í Klaksvík (hjá Mikkjal Hvannastein) og mixað og mastrað er gjørt í Krisstuff Studio uppi í Hoyvík.
-Eg havi sjálvur skrivað sangin og gjørt lag til. Eg eri einsamallur i hesum tónleikaprojektinum hjá mær, vit eru ikki ein bólkur, men eg fái aðrir tónleikarar at hjálpa mær, har eg mangli instumentir til sangin. Eg eri sera glaður fyri at eg nú endiliga havi givið mín egna sang út, og gleði meg at útgeva enn meira tilfar. Eg havi skrivað ein sang afturat, sum eg er klárur at upptaka og útgeva skjótast gjørligt. Eg vildi gjarna givið eina fløgu út einaferð í tíðini, men hetta má nokk bíða til tíð og tilfeingi verður til tess, sigur 28 ára gamli Jón Mørkøre um nýggja sang sín.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra sangin